LesturGranskingDeildinLeitaInnanveggjaEnglishSearch
Útbúgvingar
Lærubøkur
Undirvísing
Próvtøkur
BSc verkætlanir
Komandi studentar
Oyðubløð
Regluverk
Masterskeið

Uppskriftir og myndir frá jarðfrøði-ferðum kring landið (okt. 2004)

Føroyar eru uppbygdar av 3 røðum av basaltfláum, ið vit kalla niðastu, mið- og ovastu basaltfláirnar. Tær niðastu og ovastufláirnar líkjast nógv, tí at tær eru lagdeildar, soleiðis at man sær skilliga hvørja einstaka flá, meðan í miðfláunum sær man ikki hetta so væl.

Vanliga verður mett, at Føroyar eru millum 54 og 58 milliónir ára gamlar, har tað elsta tilfarið sjálvandi er niðast. niðastu basaltfláirnar, og so verður tilfarið yngri, sum vit flyta okkum uppeftir.

Mynd 1:   Frá Gjógv. Hon vísir eina gong (‘dike’). Gongir er basalt, ið hevur kroyst seg upp gjøgnum eina rivu í harðnaða basaltinum. Hetta ger eina gong, har lava kann renna upp úr, sjálvt um tilfarið rundan um er harnað. Vanliga eru gongir veikari enn umhvørvi, og elva til gjáir í landslagnum. Í hesum førinum var gongin sterkari enn umhvørvið, og sæst týðuligt í landslagnum. Legg til merkis, at basaltið er kølnað í stabbum (sí reyðu strikurnar), og hetta sigur okkum, at lavain í gongini er kølnað frá síðunum.

Mynd 2:  Frá Norðradali. Hon vísir markið millum miðfláirnar og ovastu basaltfláirnar. Niðast á myndini síggja vit miðfláirnar (reyðar strikur). Síðani koma ovastu fláir. Tað tykist sum at tvær eldgosskipanir eru aktivar í ovastu fláum. Ein gosskipan, sum elvir til samansettar tunnar fláir (compound lava flow eins og í miðfláum) heldur fram, samstundis sum eldgosskipanin í ovastu fláum sum elvir til tjúkkar basaltlindir (tabular lava flow) tekur vyir.  Hetta vísir okkum, at tað hevur ikki verið nakar steðgur millum mið- og ovastu fláirnar, men man kann heldur siga, at tað hevur verið eitt tíðarskeið, har báðar eldgosskipanirnar hava verið aktivar í senn.

Mynd 3:  Tikin av Stykkinum yvir um fjørðin. Hon vísir eina gong/brot (rivulag ‘fracture zone’) niður gjøgnum basaltið. Tað kunnu verða ymiskar kreftir, ið hava gjørt, at basaltið er brotnað, men avleiðingin er, at hesin parturin av basaltinum er veikari enn tað rundan um, og sum man sær á myndini, so hevur havið slitið meir inn í landi, har hetta brot er.  Rivuløg (‘Fractures’) hava eisini týdning, tá ið eitt nú tunllar verða gjørdir. Tú vilt helst ikki koma ígjøgnum for nógvar rivur (tílíkar zonir), tí tað ger tunnilin veikan, men um man noyðist at bora ígjøgnum, so vil man helst koma í einum beinum vinkli inn á hann, so strekkið í rivuni er so stutt sum gjørligt. Hetta sær man tildømis í Vágatunlinum, har eitt langt sving er, tað er netupp fyri at koma inn á akkurát hetta brotið.

Mynd 4:  Tikin á Vágseiði. Hon vísir 3 fláir í teimum niðastu basaltfláunum. Ímillum fláirnar (tær reyðu strikurnar), er eitt lag av “sedimentum”, ið vísir, at tað hevur verið eitt lítið tíðarskeið ímillum tær ymisku fláirnar, har tað hevur verið tíð hjá lívi at voksið.

Mynd 5:  Tikin í Rituvík. Hon vísir eitt rørl, har lava hevur verið transporterað langar leiðir. Basaltið rundan um rørið er kølnað og harðnað fyrst, ímeðan miðjan enn var lava. Hendan lavain hevur kanska runnið leingi í hesum rørinum, og rørið hevur ført lavaini langar leiðir. Tá ið so kanalin sjálv er kølnað, hevur tað verið við harðari/betri gróti, enn tað var uttanum, og tí er alt tilfarið rundan um forsvunni fyrst, og bert tilfarið í rørinum er eftir.  Verður kallað grótdregil (sí Øldir og Upphav, s. 193, Jóannes Rasmussen).

Mynd 6:  Hesir steinar eru funnir tætt við Hósvík. Um vit hyggja tætt eftir teimum, so síggja vit, at har er okkurt svart inni í teimum. Hetta eru gamlar plantir, ið hava liva her, tá ið lavain hevur ‘begravað’ tær fyri umleið 54 milliónum árum síðani.

Mynd 7:  Stabbagrót í Hovi. Hetta er alt ein stórur lavastreymur, líka upp til tað ovaru reyðu strikuna. Vit síggja, at har tann niðara reyða strikan er, broytir basaltið skap. Niðanfyri strikuna eru stabbarnir stórir, líka upp í 2 metrar til breiddar, men omanfyri strikuna eru teir sera lítlir, líka niður í 20 cm. Hetta vísir okkum, at hesin lavastreymurin, er kølnaður á tveir ymiskar hættir. Tann niðari parturin er kølnaður úr neðra, meðan tann ovari er kølnaður úr erva. Vatn er tann vanligasti mátin at køla lava við, so hetta vísir okkum, at tað hevur bæði verið vatn undir og yvir lavaini. Landslagið var vátt og tað regnaði, tá ið hetta basaltið storknaði.

Mynd 8:  Tikin í Norðradali og hon vísir eina “syll”. Syllir koma, tá ið lava troyngir seg vatnrætt inn í annað bleytari tilfar. Um vit hyggja eftir myndini, so síggja vit, at omanfyri tað ovaru og niðanfyri tað niðaru reyðu strikuna, sær grótið eitt sindur ørðvísi út. Hetta er “sediment”, gjørt úr sandsteinum og bleytt í mun til basalt. Um vit hyggja ímillum strikurnar, so síggja vit tað vanliga grótið, ið vit síggja allastaðni, og hetta er basalt. Hetta er tí lava, ið hevur trongt seg inn í sandsteinin og kølnað har. Tað er ikki so langt síðani, at hendan syllin varð uppdagað, og hon er tí heldur ikki á teimum gomlu kortunum, men hon verður nokk á tí nýggja kortinum, ið Jarðfrøðisavnið er í ferð við at gera.

 


Mynd 1


Mynd 2


Mynd 3


Mynd 4


Mynd 5


Mynd 6


Mynd 7


Mynd 8

<< Aftur til STUDENTAR SIGA FRÁ