Belis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Belize
Belis
Flagg Belis
(Flagg Belis)
Skjaldarmerki Belis
(Skjaldarmerki Belis)
Tjóðarslagorð: Under the Shade I Flourish
Tjóðsangur: Land of the Free
LocationBelize.png
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Belmopan (13,400 íbúgvar)
Presidentur Sir Colville Young
Forsætisráðharri Dean Barrow
Fullveldi 21. September 1981
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
22,966 km²
0.7 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
327,719
14,3/km²
Gjaldoyra USA Dollari
Tíðarøki UTC -6
Økisnavn á alnetinum .bz
Telefonkota +501

Belis (enskt: Belize) er eitt land í Miðamerika við mark ímóti Guatemala og Meksiko. Høvuðsstaðurin í Belis eitur Belmopan. Almenna málið í landinum er enskt, men fólkið í Belis er ættað úr mongum londum - har eru karibar, afrikanar, mayar, ásiatar og evropear - og mong fólk tosa kreólskt ella afrikonsk mál. Karibiskur matur og tónleikur er væl dámdur, og landið er viðgitið fyri sítt fjølbroytta og nógva dýralív.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Belis er bæði gamalt og nýtt land. Gamlar torftir eru víða um í landinum og eru dømi um gomlu mayamentanina. Landið fekk frælsi í 1981. Í mong ár var Belis bretskt hjáland ("Bretska Honduras"); tað einasta í Miðamerika.

Í 1961 var hervilig ódn og øgiligur uppgangur í høvuðsstaðnum, Belisbýi, úti við strondina, og hann fór illa. Í 1970 varð farið at byggja nýggjan høvuðsstað, Belmopan, 80 km inni í landinum, tí at har var tryggari. Belisbýur er enn størsti býur í landinum, men alt fleiri og fleiri fólk flyta til Belmopan, og nógvar vinnufyritøkur verða eisini fluttar hagar.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Rósuviður, mahogni og annar úrdráttur úr skóginum, m.a. chicle, nýtt sum ráevni til tyggigummi, og kapokk, ið er silkibummull, úr tí ovurstóra Ceiptrænum, hava stóran týdning í búskapi landsins. Sama er við aldinfruktum, sum verða nógv dyrkaðar. Men landbúnaðurin er avmarkaður, tí at stórur partur av regnskóginum er friðaður, av tí at har eru nógv sjáldsom dýr og nógvar sjáldsamar plantur.

Uttanlandshandil[rætta | rætta wikitekst]

Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært CIA World Factbook:

Útflutningur Innflutningur
1. Flag hjá United States USA 28.7 % Flag hjá United States USA 31.2 %
2. Flag of the United Kingdom Bretland 16.3 % Flag hjá Meksiko Meksiko 13.6 %
3. Flag hjá Teiland Teiland 5.8 % Flag hjá Kuba Kuba 8.5 %
4. Flag hjá Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin 5.4 % Flag hjá Guatemala Guatemala 8.0 %
5. Flag hjá Finnland Finnland 4.2 % Flag hjá Russland Russland 4.6 %
6. Flag hjá Spania Spania 4.0 %

Djóra- og plantulív[rætta | rætta wikitekst]

Í skógunum er satt dýrameingi. Og mong dýr, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva eisini í regnskógunum í Belis, til dømis jaguarur, tapirur, brølapa og nasabjørn. Firvaldar og ymsir tropufuglar flúgva træ av træi. Og har eru 250 ymisk børkubóndasløg; ímillum teirra svarti børkubóndi, ið er tjóðarblóma í Belis.

Landalæra[rætta | rætta wikitekst]

Helmingurin av Belis er tættur tropuregnskógur.

Fram við strondini í Belis er eitt 290 km langt korallriv við nógvum sandgrynnum og oyggjum. Tað er næstlongsta korallriv í heiminum - bara Korallrivið Mikla í Avstralia er longri, har eru sjaldbøkur, sjónotur og tindhummari og mong føgur tropufiskasløg. Hagar koma kavarar úr øllum heiminum at kava í klára, flógva sjónum.

Ódnir og vatnflóð elva mangari til stóran skaða við strondina í Belis. Tí hava teir bygt nýggjan høvuðsstað, Belmopan, longri inni í landinum. Gamli høvuðsstaðurin, Belisbýur, er dygst úti við strondina.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Norðuramerika
Antigua og Barbados | Bahamasoyggjar | Barbados | Belis | Dominika | Dominkolýðveldið | El Salvador | Grenada | Guatemala | Haiti | Honduras | Jamaika
Kanada | Kosta Rika | Kuba | Meksiko | Nikaragua | Panama | St. Kitts og Nevis | St. Lusia | St Vinsent og Grenadinoyggjar | Trinidad og Tobago | Sameindu Statirnir
Sjálvstýrandi øki: Anguilla | Aruba | Amerikonsku Jómfrúoyggjar | Bermuda | Bretsku Jómfrúoyggjar | Caymanoyggjar | Grønland
Guadeloupe | Martinique | Montserrat | Niðurlendsku Antilloyggjar | Puerto Riko | Saint-Pierre og Miquelon | Turks- og Caicosoyggjar
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið