Kolumbia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
República de Colombia
Flagg Kolumbia
(Flagg Kolumbia)
Skjaldarmerki Kolumbia
(Skjaldarmerki Kolumbia)
Tjóðarslagorð: "Libertad y Orden"
Tjóðsangur: "¡Oh, Gloria Inmarcesible!"
COL orthographic (San Andrés and Providencia special).svg
Alment mál Spanskt
Høvuðsstaður Bogotá
Forseti Juan Manuel Santos
Varaforseti Angelino Garzón
Fullveldi 7. august 1819
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1.138.748 km²
8,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
46 413 791
40,76/km²
Gjaldoyra Peso (COP)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .co
Telefonkota +57

Kolumbia (República de Colombia) er eitt land í Suðuramerika. Landið hevði havt umleið 46 413 791 íbúgvar í 2012. Høvuðsstaðurin er Bogotá og tað er eisini størsti býur í Kolumbia. Høvuðsmálið er spanskt. Kolumbia er 1.138.914 km² stórt og landið hevur mark í útnyrðing við Panama, í eystri við Venesuela, í landsynning og suðri við Brasil og í útsynning við Peru og Ekvador. Síðan 1819, tá ið Kolumbia gjørdist sjálvstøðugt ríki, hevur javnan verið borgarakríggj, og seinastu árini hevur verið blóðugt stríð ímillum drøggfelagsskapir, sum stríðast um vald. Einki annað land í heiminum dyrkar so nógv kokain sum Kolumbia. Stóru áirnar, t.d. Orinocoá og Amasoná, eru týdningarmiklar vøruflutningsleiðir.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Nógv veðurlagsbelti eru í Kolumbia, og tí ber til at hava ein ógvuliga fjølbroyttan landbúnað. Í mong ár var kaffi høvuðssútflutningsvøra landsins, og Kolumbia dyrkar, næst eftir Brasil, mesta kaffi í heiminum. Tá ið berini eru hentað, verða tey latin í stórar kassar og sett at turka í sólini. Av tí at kaffiprísurin alsamt er fallin á heimsmarknaðinum, hevur Kolumbia verið noytt at leggja dent á at dyrka aðra grøði til útflutnings, t.d. sukur, bananir, bummull og blómur. Oljuvinnan hevur fingið stóran týdning í búskapinum í Kolumbia, eftir tað at nógv olja varð funnin í ein landnyrðing úr Bogotá. Á oljureinsiverkum, sum tí í býnum Barrankuilla, verður ráoljan gjørd til brennievni til bilar og flogfør. Eisini er nikkul funnið og ovurstórar kolalindir, tær størstu í Latínamerika. USA, Týskland og Japan eru størstu handilsfelagar hjá Kolumbia.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið sponsku hertakararnir komu til Kolumbia í 1499, komu teir til eina siðmenning, sum átti ógvuliga nógv gull. Eisini hoyrdu teir um ein duldarfullan, horvnan bý, nevndur El Dorado, har so nógv ríkidømi var, at tað bar av øllum viti, men hann er ikki funnin enn. Spaniamenn bygdu m.a. lívliga havnabýin, Cartegna, í 16. øld. Haðan sigldu stóru sponsku galleónirnar til Evropa, fullfermdar av dýrgripum, sum vóru stolnir frá indiánunum. Gomlu býarmúrarnir og glæsiligu stórmanshúsini og kirkjurnar standa enn; eisini mongu hervirkini, sum spaniamenn bygdu at verja seg fyri sjórænarum og álopum úr grannalondunum. Lítla bygdin, San Augustin, tætt við fjøllini suðuri í landinum er gitin fyri sínar gomlu steinmyndir. Standmyndirnar eru minst 800 ára gamlar, men vit vita lítið um fólkið, ið høgdi tær. Summir serfrøðingar halda staðin hava verið halgimiðdepil, har bygdarfólkið jarðaði síni deyðu og setti høggmyndirnar á leiðini.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Allir kolumbiar duga at dansa kumbia, enntá børnini. Dansurin hevur røtur aftur í afrikanska mentan, frá trælunum, ið vórðu førdir til Kolumbia úr Afrika í 19. øld, og í spanska og indiánska mentan. Mannfólkini eru í hvítum klæðum var trælabúnin. Konufólkaklæðini líkjast sponskum klæðum.


Lond í Suðuramerika
Argentina | Bolivia | Brasil | Ekvador | Falklandsoyggjar | Franska Gujana | Gujana | Kili | Kolumbia | Paraguai | Perú | Surinam | Uruguai | Venesuela
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið