Monako

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Principauté de Monaco
Fúrstadømi Monako
Flagg Monako
(Flagg Monako)
Skjaldarmerki Monako
(Skjaldarmerki Monako)
Tjóðarslagorð: Deo Juvante
føroyskum: "Við Guds hjálp")
Tjóðsangur: Hymne Monégasque
LocationMonaco.png
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Monako-Ville
Fúrsta Albert II
Forsætisráðharri Michel Roger

størsti_býur = Monaco1

Fullveldi Fullveldi
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
2,02 km²
lítið ella einki
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
30 508
17 889/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .mc
Telefonkota +377
Monako er ein býarstatur.
Tjóðarskøldrið er endurgivið frá www.vector-images.com.

Fúrstadømi Monako (franskt: Principauté de Monaco) ella bara Monako, er næstminsta landið í heiminum. Eisini er tað næst tættast bygda landið í heiminum; næst-fjølbygdasta landið í verðini er tað lítla fúrstadømið Monako. Tað er alt ein býur, um síðan 1297 hevur verið eitt sjálvstøðugt ríki. Landið er einans 1,95 km2 til støddar, men har búgva uml. 35 000 fólk. Um fólkið í Føroyum skuldi búð líka tætt, so hevði tað svarað til, at øll 49 000 kundu búð í Stóru Dímun. Lítla ríkið Monako er á Miðjarðarhavsstrondini, tætt við italska vesturmarkið. Mitt inni í landinum er býurin Monte Carlo, kendur fyri sítt spælikasino og Grand Prix-kappkoyringina. Monako er frælst fúrstadømi, og síðan 1297 hevur Grimaldi-ættin stýrt landinum.

Frá 1641-1817 var Monako saman við Fraklandi. Bara lítil partur av fólkinum er úr Monako; meiri enn helmingurin eru franskir borgarar. Lýggja veðurlagið í Monako og glæsiliga umdømi landsins draga túsundtals ferðafólk. Nógv ríkfólk flyta hagar at búgva, tí skatturin er lágur. Mong teirra hava stórar stuttleikabátar liggjandi fyri teymi í gomlu havnini. Monako er eisini altjóða handilsmiðdepil.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið