Skotár

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Eitt skotár er eitt ár við 366 døgum í vanliga gregorianska kalendaranum í mun til teir vanligu 365 dagarnar. Í skotári er februar 29 dagar í mun til 28, sum hann annars er. Skotár kallast eisini leypár á føroyskum.

Eitt ár er skotár, um árstalið kann býtast við 4. Tó er árið ikki skotár, um árstalið kann býtast við 100. Men um árstalið kann býtast við 400, er tað skotár hóast alt. Soleiðis var ár 1900 ikki skotár, meðan 2000 var.

Í miðal verða av hesum 365, 2425 dagar um árið.

Endamál[rætta | rætta wikitekst]

Skotárið er sett inn fyri at tryggja, at kalendarin liggur fastur í mun til árstíðirnar. Við fastari longd á árinum uppá 365 dagar hevði várjavndøgur flutt seg ein dag hvørji fýra ár. Eftir 730 árum hevði kalendarin verið fluttur so mikið í mun til árstíðirnar, at várið hevði verið í september og heystið í mars. Skotár var longu ásett í julianska kalendaranum frá ár 46 f.Kr.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið