Tað loysir seg
Nú skal stongsulin brótast - og fast samband tryggja framburð (dec. 2001)
Ánirnar ella Borðoyavík? (dec. 2001)
Røða fyri KÍ kvinnunum (13. oktober 2001)
Burturspiltu møguleikarnir úti í Grøv! (Norðlýsið, august 2001)
Fyri okkara 'skuld'? (Norðlysið, oktober 2001)
80'ini, fólkaræðið og fullveldi (Fregnir, oktober 2001)
Fiskivinnan skal gerast lokkandi (Sosialurin)
Føroyar eiga at bindast saman (Sosialurin, 24. august 2001)
Fagralíð 21. august 1999
Áðrenn og aftaná Garry Kasparov: Gav vón um gjøgnumbrot (Sosialurin 16. juni 2001)
Úr Kalli til Klaksvíkar (Sosialurin 10. juli 2001)
Vit vilja vera gjøgnumskygdir (Sosialurin 25. januar 2001)
Rebellar í symfoniskum hami (Dimma 11. nov. 1999)
Talv og internet eru tað fullkomna hjúnalagið (Dimma 24. jan. 2000)
Triðja altjóða talvkappingin byrjaði í gjár (Dimma 6. okt. 2000)
Frændur - uppreistur, landaplágur og mentan (Sosialurin 29. okt. 1999)
Frændur og symfoniorkestrið (Sosialurin 29. okt. 1999)
Føroya fólk fær eina klassiska rockkonsert (Sosialurin 13. januar 1999)
Góðu gomlu Frændur (Sosialurin 2. jan. 2001)
Kókaði á Ólavsøkukonsertini (Sosialurin 21. juli 2000)
Symfonibrak við Frændum (Sosialurin 17. sep. 1999)

 

dec. 2001
Tað loysir seg
- tí í kilometra longu vatnleiðingunum í Klaksvík streymar nú reinsað og heilsugott vatn og vit vita nú, at vatnið ikki kann 'fáa skylduna', tá sjúkur fara at gera um seg. Nú er at taka næsta stigið at gera Klaksvíkar Kommunu til eina umhvørvisvinarliga og heilsutrygga stað at búgva

Samfeløg, sum við viti og skili menna sítt ríkidømi á ein hátt sum ber, eru altíð eyðkend av einum munagóðum arbeiði móti sjúku og sótt.

Her hevur Klaksvíkar Kommuna tikið eitt stórt og týðandi stig við at fáa sóttreinsað vatnið í kommununi. Tað gjørdist veruleiki, tá ið vatnverkið Niðan Horn varð tikið í nýtslu seinasta týsdag.

At lívgandi vatnið er sóttreinsað merkir, at ongar bakteriur eru í vatninum, tá ið tað rennur úr túsundtals kranunum í okkara kommunu.

At útrudda sjúkuelvandi bakteriurnar krevur tvey sløg av reinsan.

Tá ið vatnið verður uppsamlað í náttúruni, verður tað fyrst 'sandreinsað'. T.v.s. at gras, mold, smádýr og annað verður fullkomuliga skilt burturúr.

Eftir í vatninum eru framvegis mikroverurnar, sum t.d. kim og ymiskar kolibakteriur. Við at geiðsla hesar í sokallaðum UV filtrum, brenna allar bakteriurnar so at siga burtur.

Millum læknar er eingin ivi um, at hesar mikroverur eru viðvirkandi til ymisku umfarssjúkurnar, sum gera um seg, serliga eftir áarførini um várarnar. Ringast fyri eru smábørnini, tey gomlu og tey sjúku.

Men nú er tað broytt, tí í umfatandi vatnskipanini í Klaksvík streymar nú klárt og sóttreinsað vatn.

Tá Norðoyrar og Árnafjørður eisini fáa sóttreinsað vatn, er útbyggingin liðug, og tá er Klaksvíkar Kommuna komin á mál við hesum týðandi framtaki á heilsuøkinum.

Heilsuøki annars
Um vit hyggja eftir heilsuøkinum í síni heild sæst, at trupulleikin við burturkasti er væl loystur síðani IRF fór at virka. Bygdakøstarnir eru burturi, og somuleiðis stóra rottubølið á Buckwald norðuri í Ánunum. Komandi ár fáa vit eina nýggja móttøku til burturkast á Bumshamri. Tá eru vit eisini komin langt við neyðugu skiljingini og endurnýtsluni av burturkastinum, sum sparir okkara samfelagi stór virðir.

Viðvíkjandi teimum serliga dálkandi virkjunum - teimum sokallaðu kapitul fimm virkjunum - eru vit ikki komin nóg langt. Tað er Heilsufrøðiliga Starvstovan sum hevur ábyrgdina á hesum økinum, men eiga vit at nýta okkara ávirkan at fáa øll virkir í okkara kommunu at virka við eini umhvørvisgóðkenning.

Tá ið tað snýr seg um spillivatn, eru vit heldur ikki komin nóg langt. Kloakkirnar krevja ábøtur, og framvegis verður spillivatn leitt beinleiðis út í fleiri áir. Sum ein liður í at fáa tað í rættlag, byrjar í komandi ári arbeiðið við at reinsa Ósánna.

At útbyggingin av vatnverkinum byrjaði í 1995, hevur í dag givið okkum møguleika til at føra tað víðari til at nøkta tørvin hjá 96-97% av fólkunum í kommununi. Tískil kunnu vit í nærmastu framtíð seta ferð á tey heilsuøki, sum higartil ikki hava verið raðfest nóg frammarliga.

Tað skal loysa seg at stríðast fyri góðum umhvørvi og góðari heilsutrygd í Klaksvíkar Kommunu.


Rani Nolsøe
Formaður í Heilsunevndini


Dec. 2001
Nú skal stongsulin brótast
- og fast samband tryggja framburð

Vánaliga sambandið um Leirvíksfjørð hevur hindrað Klaksvíkini í at náa sama framburð, sum høvuðstaðurin og Skálafjørðurin hava nátt síðani húsagangin í 90'unum.

Samband undirsjóvað er ein hátøkniligur møguleiki, sum við røttum hugburði og fyrireikingum hjá okkum sjálvum, átti at ført eitt menningarlop við sær í okkara øki.

Tí gjøgnum føroya søgu hava vit sæð, hvønn leiklut nýggj tøkni, útbúgving, sosial menning og ikki minst infraskipan hava spælt í útviklinginum.

Frá bónda til olju
Fyri 130 árum síðani var tað 'vindmegin', sum føringar við klyvaranum og fokkuni megnaðu at útnytta til havfiskiskap. Uttan sluppinar og seglini var óhugsandi at søkja til havs og harvið at koma burtur úr gamla bóndasamfelagnum.

Fyri 70 árum síðani megnaðu vit at fáa ravmang úr vatnmegini í Botni í Vági og norðuri á Strond í Klaksvík. Tað var eitt stórt frambrot, tí mekaniserað framleiðsla gjørdist møgulig.

Fyri 50 árum síðani fingu vit við oljuni kollvelt skipstøknina, sum við tíðini gjørdi tað møguligt hjá at fiska í øllum heimshøvum, og saman við vatnmegini, fingu vit ljós yvir landið og hita í hvørt hús. Tað var í kjalarvørrinum av hesum frambroti, at vælferðarsamfelagið seinni tók seg upp.

Fyri 30 árum síðani var vega- og samferðslunetið so mikið útbygt, at vørur og fólk væl lættari kundu ferðast millum bygdir og oyggjar og seinni millum lond í øktum tali. Tá stóð vælferðin ónomin og í fullum blóma.

Fyri 20 árum síðani megnaðu vit at 'temja' laksin og tilpassa hansara náttúrliga lív í villu náttúruni til framleiðslu í alibrúkum við okkara strendur. Vælferðarsamfelagið hevði tá mist sín fyrsta moydóm og neyðugt var at finna nýggj bein at standa á.

Í november mánaði fingu vit prógv um, at olja finst í stórum mongdum í føroysku undirgrundini. Hvat tað kann føra við sær, kunnu vit ikki siga so nógv um í dag. Men at møguleikarnir eru á okkara síðu er eyðvitað.

Eins og vindmegin, oljan og ravmagnið loystu øðiligar menningarkreftir úr lagdi í síni tíð, við hækkandi livistøði í fylgi, fer fast samband millum meginøki og útjaðaran at føra tað sama við sær. Tað er alneyðugt at vørur, tænastur og fólk bíliga og ótarnað kunnu ferðast í okkara samfelag og at ymisku økini ótarnað, til eina og hvørja tíð, fáa atgongd til hvørt annað og til marknaðin.

Mist 5-10 ár?
Avleiðingarnar av avbyrging, hava vit í Norðoyggjum týðuliga sæð síðani kreppuna fyrst í 1990'unum. Hóast Klaksvíkin má sigast at vera eitt sterkt lokalsamfelag, sum hevur upplivað stóran framburð gjøgnum farnu øld, hevur hon ikki í sama mát sum Skálafjørðurin og Tórshavn megnað at bygt seg uppaftur og skapt nýggj bein at standa á.

Sera vánaliga sambandið um Leirvíksfjørðin hevur soleiðis verið við til at hildið Klaksvíkina eini fimm til 10 ár aftanfyri í útviklingi.

Vit hava her eina greiða ábending um, at fáa vit ikki fast samband við meginøkið, fara Norðoyggjar at steðga upp á einum lægri menningarstigi, tí vørur, kapitalur og menniskju ikki hava neyðugu atgongdina til og úr økinum og til marknaðin.

Tað er tó alneyðugt at skilja, at hendan hóttan eisini liggur hjá okkum sjálvum. Eins týdningarmikið tað er hjá okkum at fáa fasta sambandið, eins týdningarmikið er tað, at vit fyrireika okkum til hesa broyting. Og at tað verður gjørt í góðari tíð og uppá rætta mátan.

Tí eiga vit at gleðast yvir, at málið um Norðoyatunnilin nú er til viðgerar í tinginum, men vit skulu eisini at fylgja væl við, so eingin ivi verður um, at vit loksins megna at bróta stongsulin um Leirvíksfjørð.

Rani Nolsøe
Býráðslimur




dec. 2001
Ánirnar ella Borðoyavík?
- tað er avbjóðingin, nú málið um Norðoyatunnilin er komið í tingið!

Men ikki sambært formanninum í havnarnevndini, tí nú skal byggjast út norðuri í Ánunum. Hetta ger hann púra greitt í Sosialinum leygardagin í farnu viku.

Í dag mugu vit tó spyrja, um tað framvegis er rætt at fylgja gomlu ætlanini frá 70'unum um góðshavn norðuri í Áninum, tá undirsjóvartunnilin - vónandi um ikki ov langa tíð - kemur upp suðuri á Borðoyavík.

Í roynd og veru eiga vit at endurskoða hesa og flestu ætlanir, sum vórðu samtyktar fyri 10-15 árum síðani og áðrenn tað, tí tær vórðu gjørdar útfrá fortreytum, sum ikki eru galdandi í dag.

Góðshavnin í Ánunum, sum fyrstu ferð var frammi miðskeiðis í 70'unum, er eitt gott dømi.

Tá ið hugskotið kom fram, var tað ein góð loysn, tí allur farmur varð førdur sjóvegis. Í dag - bert 25 ár eftir - útflyta vit yvir 50% av okkara framleiðslu við treylarum til avskipingar í Tórshavn.

Tá koyrandi verður til Leirvíkar um fýra-fimm ár, kann øll framleiðslan fara á treylarum undir Leirvíksfjørð til avskipingar í Havnini, og tá er lítil nytta í einum nýggjum havnalagi norðuri í Ánunum, sum væl er siglandi til, men illa koyrandi til.

Taka kappingina upp
Skulu vit tryggja Klaksvíkini framburð við fasta sambandinum, mugu vit taka røttu avgerðirnar nú. Til at taka rættar avgerðir krevst vitan og til at fáa vitan krevjast kanningar.

Tí havi eg í samgonguni í býráðinum ført fram, at vit eiga at kanna møguleikarnar fyri at leggja eina nýggja avskipingarhavn (góðs-, fríhavn v.m.) so nær tunnilsmunnanum sum gjørligt, t.v.s. í Borðoyavík og at hetta arbeiði verður gjørt í framhaldi av arbeiðinum av undirsjóvartunnlinum, soleiðis at tilfarið, sum kemur úr tunnilinum, beinleiðis kann brúkast til útfyllingar.

Skulu vit gera okkum vónir um at taka kappingina upp við Havnina um avskiping, mugu norðoyingar og eysturoyingar fáa møguleika at hava somu áhugamál í hesi sak. Skal tað lata seg gera, mugu vit laga infraskipanina eftir at gera avskiping í okkara øki rentabla.

Fyrsta fortreyt er, at allir partar við fyrimuni kunnu koyra farmin til avskipingar her. Skulu eysturoyingar fyrst gjøgnum tunnilin og síðani saman við okkara egnu gjøgnum óhóskandi vegakervi í Klaksvíkini norður í Ánirnar, fer tað neyvan at verða nóg áhugavert at avskipa higani.

Við at leggja nýggju havnina í Borðoyavík, fáa vit fullu nyttuna av undirsjóvartunnlinum og møguleikan at skapa ein nýggjan flutningsdepil fyri Eysturoy og Norðoyggjar. Hetta økið umboðar heili 60-65% av samlaðu landingunum í Føroyum, og er tískil nógv tað størsta útflutningsøki í landinum.

Milliónir á Vánni
Fyri okkara lokalu virkir á Kósini og á vestaru síðu, er tann besta loysnin at brúka verandi bryggjukant, tí hann liggur beint uttanfyri virkisdyrnar. Vit hava síðani 1998 eru gjørt stórar íløgur í havnalagið á Vánni, hóast vit ikki eru komin á mál enn. Vestursíðan er dýbd niður á knappar 9 metrar fyri 10-12 milliónir krónur, Kósabryggjan er longd við góðum 30 metrum fyri 4-5 milliónir krónur og bingjuøki er gjørt á Vestaru bryggju fyri 1,5 milliónir.

Við verandi ferðslu og sum hon hevur verið seinastu árini, eru ongar beinleiðis búskaparligar grundgevingar, sum trýsta okkum at gera stóríløgur í nýggja havn her og nú.

Men skulu vit tosa um eina framtíðarhavn, sum skal røkka útum Klaksvíkina og Norðoyggjar og megna kappingina við Havnina, er Vágin ov trong.

Tí eiga vit endurskoða gomlu ætlanina um góðshavn í Ánunum og fáa kannað, um Borðoyavík ikki er betra loysnin, tá samanum kemur. Hetta er neyðugt, um vit her norðuri ætla at tryggja okkum, at nýggi flutningsdepilin í landnýrðings-Føroyum endar hesumegin Leirvíksfjørð, tá landfast er.


Rani Nolsøe
Býráðslimur



13. oktober 2001
Røða fyri KÍ kvinnunum

1. Eg skal vegna Klaksvíkar Býráð ynskja KÍ kvinnunum, venjaranum, KÍ og okkum klaksvíkingum hjartaliga tillukku við frálíku úrslitunum í ár.

Eg skal heilsa tykkum frá borgarstjóranum, sum er staddur í Suðuri. Hann bað meg siga nøkur orð sína vegna, og tað geri eg sjálvandi gleðiliga henda stóra dag hjá tykkum.

2. Fyrst og fremst snýr tað seg um føroyameistaraskapin, har tit saman við venjaranum vístu, hvussu man kann umseta rætta innstillingin til venjing og tað at seta sær eitt mál, til neyðugu sigrarnar á vøllinum.

Tað sama galt steypakappingina, har tit í flottum stíli kvalifiseraðu tykkum, men bert av tilvild ikki rukku gullinum í glopraregninum í Havnini á Ólavsøku.

Tað sum ger tykkara innsats í ár rættuliga spesiellan, er øll tann orkan og viljin, sum tit vístu, tá kappingarárið var av. Tí tá tóku tit við avbjóðingini at fara út í Evropa at spæla, og tá vit herheima frættu um sjokkstartin móti Eysturríki, máttu sjálvt teir seinastu skeptikarnir boyggja seg og viðganga, at kvinnufótbólturin er komin fyri at vera!

3. Fyri okkum sum so ella so vara av Klaksvíkini í býráðspolitiska høpinum, eigur tykkara innsatsur og úrslit at skapa gleði.

Fyri tað fyrsta, tí at tað megnarverk sum tit hava skapt í ár, og sum tit og tykkara felag eiga alla æruna av, eisini er eitt tekin um, at tit virka í einum sunnum og sterkum býi. Einum býi, har ítróttin trívist og nørist, júst tí vit eiga ungdómin og tykkum - og at flestu okkara kenna ein felagsvilja at skapa og menna Klaksvíkina.

Fyri tað næsta hevur tað nógv at siga, at tit eisini koma við úrslitum. Tí tað ber prógv um, at vit duga at gera tingini uppá rætta mátan. At Klaksvíkin virkar og megnar at levera tað hon skal!

Hetta eru tit eitt gott dømi um.

4. Uttan at vit kanska hugsa so nógv yvir tað, so umboða tit eisini nakað annað av stórum týdningi. Eg minnist tá vetrarolympiadan var í Nagano í Japan fyri trimum árum síðani. Tað var ta ferðina tá gulheiðursmerkini regnaðu yvir norsku ítróttarfólkini.

Tá varð táverandi norski forsetisráharrin, Kjeld Magne Bondevik, spurdur um hvønn týdning stóra norska succes'in á leikunum hevði fyri Norra.

Eg var sera spentur uppá hvat hann fór at svara, tí sjálvur hevði eg ikki ánað, hvat svarið kundi verða. Hvat í allari víðu verð kundi øll 1. plássini hava at siga fyri Norra uttan stoltleikan av at vinna?

Svarið hjá Bondevik var stutt og greitt. Norska sukkses'in hevði stóran týdning fyri fólkaheilsuna! Ítróttarfólkini inspireraðu rætt og slætt norðmenn til ein sunnari livihátt.

Ítróttarfólkini hjá okkum hava sjálvandi somu ávirkan. Og eiga eisini at hava hesa ávirkan. At íðka ítrótt er sunt, og tað eigur at inspirera okkum øll. Bæði tá tað snýr seg um okkara persónligu heilsu, men eisini tá tað snýr seg um okkara umhvørvi.
Sum formaður í heislunevndini hjá Klaksvíkar Býráð er hetta nakað sum upptekur meg nógv og vóni eg, at býráðið saman við borgarunum megnar at skapa ein veruligan politikk á hesum øki.

5. Tí er tað eisini mín vón, at tit KÍ kvinnur og ítróttarfólk eru greið yvir tað sama. At tit so ella so eru fyrimyndir sum ítróttarfólk, men eisini sum menniskju. At tit kunnu hava eina positiva ávirkan í okkara lokalsamfelag, sum røkkur longur enn ítróttin.

Tí hava tit so stóran týdning fyri okkum.

So einaferð: hjartaliga tillukku við FM gullinum, Steypa silvrinum og flottu byrjanina í Evropeiskum fótbólti! Og góðan byr framyvir!


Rani Nolsøe, býráðslimur, skrivar:
Burturspiltu møguleikarnir úti í Grøv!
- trupulleikarnir stýrdu avgerðini..

Pop-festivalurin úti í Grøv gjørdist eitt óvæntað rokmál. Tað, sum byrjaði við einum formligum fyrispurningi frá fyrireikarunum, endaði við einari játtan í Klaksvíkar Býráð, men samstundis við einari blankari noktan frá skógfriðingarnevndini, stuðlað av býargartnaranum.

Í sínum skrivi til Klaskvíkar Býráð, dagfest 25. juni 2001, sigur skógfriðingarnevndin seg vera: "... stórliga í iva, um tað er rætt at loyva slíkum tiltøkum inni á skógfriðaðum lendi nú og framyvir". Eisini sigur nevndin, at vandin er: "... stórur fyri óbøtaligum skaða, um nógv fólk trunkast saman til eitt slíkt tiltak". Víðari skrivar nevndin: "Lýsing og støða býargartnarans í hesum máli vigar eisini tungt".

Tvey viðurskifti í skrivinum undra meg eitt sindur. Fyri tað fyrsta verður noktandi avgerðin ikki grundgivin við ávísing til nakra lógargrein, sum hon skal, og fyri tað næsta er skrivingarlagið merkt av einum sera negativum hugburði yvir fyri pop-festivalinum ('stórliga í iva', 'slíkum tiltøkum', 'trunkast saman', 'óbøtaligan skaða' o.s.fr.).

Brøðurnir Olsen og Pop Jørgin
Ætlanin var, at pop-festivalurin skuldi haldast úti í Grøv seinni í summar. Á odda á festivalinum skuldu verða altjóða Grand Prix vinnaarrnir frá í fjør, brøðurnir Olsen. Eftir teimum skuldi hanga ein perluketa av føroyskum bólkum og einstaklingum, heilt frá Jørgin Dahl/Straight Ahead til All that Rain. Eisini var superlegendan Ken Hensley úr stórbólkinum Uriah Heep nevndur. Steffen Brandt úr danska TV2 var eisini ein møguligur luttakari.

Eftir mínari metan var her talan um eitt nýskapandi menningartiltak, sum veruliga kundi seta Klaksvíkina á føroyakortið sum tónlistadepil landsins. Her, ið tónlistasiðvenjan hevur livað so leingi og so mong og stór orkestur eru komin og farin gjøgnum tíðirnar.

Tankarnir eru longu reikaðir aftir til 90 ára føðingardagin hjá kommununi í 1997, tá vit vóru eini 1500 fólk, sum upplivdu eina fantastiska løtu í góðveðrinum úti í Grøv við tónleiki úr øllum norðurlondum. Ta ferðina prógvaðu vit, at her norðuri fara vit væl um vøksturin úti í Grøv.

Mundi Skógfriðingarnevndin vera eftirspurd í 1997?

Tulkar lógina passivt
Lógin, sum skógfriðingarnevndin arbeiðir eftir, er løgtingslóg nr. 53 frá 1952 um viðarlundir. Í henni er ásett í §3 stk. 3: "Almenningurin hevur onga atgongu uttan eftir loyvi nevndarinnar, men nevndini áliggur at loyva atgongu mest gjørligt uttan at nerva vakstrarlíkindi viðarlundinnar".

Hóast Skógfriðingarnevndin tíanverri valdi at tulka lógina passivt við at nokta atgongu, heldur enn at tulka lógina aktivt við at játta atgongu við neyðugu treytunum til vernd av vøkstrinum (framvegis sambært §3, stk. 3), so samtykti ein meirluti í býráðinum at geva sítt loyvi til pop-festivalin.

Býráðsmeirilutin stuðlaði seg til tilmælið frá eini einmæltari mentannarnevnd, sum staðiliga heitti á skógfriðingarnevndina um at geva sítt loyvi. Mentannarnevndin hevði tá í eini gjøllari viðgerð av málinum sett fyrireikarunum krøv um øll neyðug verndartiltøk av vøkstrinum o.ø. úti í Grøv og fingið tey øll somul uppfylt. Men skógfriðingarnevndin gekk als ikki hesi áheitan á møti.

Hvør ræður?
Nú roykurin hevur lagt seg eitt sindur í hesum máli er greitt, at vit hava mist festivalin á hesum sinni. Skal hann upplivast, má leiðin sum so oftani gerast um Leirvíksfjørð og eftir landsvegnum suður til ítróttarhøllina á Nabb í Tórshavn.

Umstøðurnar, vit kundu bjóða fyrireikarunum her norðuri, eru snøgt sagt ov ógreiðar: Øðrumegin ein fjar skógfriðingarnevnd - einvíst vald av landsstýrinum - við øllum heimildunum, sum sigur avgjørt nei til tiltakið, og hinumegin ein meiriluti av lokala fólkavalda politiska viljanum, sum sigur ja.

Hvør í allari víðu verð skal ráða yvir ognunum hjá okkum klaksvíkingum?

Broyta ella avtaka
Klaksvíkar Býráð eigur ikki longur at góðtaka galdandi lóg fyri viðarlundir.

Fyri tað fyrsta er lutfallið millum rættindi og skyldur púra skeivt í lógini. Sum er, skal Klaksvíkar Býráð gjalda, meðan skógfriðingarnevndin skal valda. Fyri tað næsta eiga vit ikki at góðtaka samansetingina av nevndini uttan kommunala umboðan. Fyri tað triðja mugu vit fáa ein kærumøguleika og hoyringsrætt orðaðan í lógina.

Um lógin ikki verður broytt, eiga vit at arbeiða fyri at avtaka skógfriðingarskylduna, soleiðis at vit aftur fáa rættin til økið úti í Grøv.

Komandi ár má ein slíkur menningarkjansur ikki einaferð enn gleppa okkum norðingum av hondum.

Møguleikar ella trupulleikar
Skulu vit gera okkum vónir at menna Klaksvíkina í framtíðini mugu vit læra at fokusera uppá 'møguleikarnar', sum býráðið gjørdi í hesum førinum, og ikki 'trupulleikarnar', sum skógfriðingarnevndin valdi.

Trupulleikum sleppa vit ikki undan. Men aloftast skulu teir síggjast sum 'avbjóðingar', sum skulu loysast.

Eg trúgvi vit koma longur við at síggja og søkja 'møguleikarnir', tá kjansirnir eru har. Framtíðin gerst ikki vóngevandi fyrr enn vit tora at trúgva uppá møguleikarnar í henni. Tí harmist eg, at vit mistu hetta upplagda menningarátak, tí avvarðandi myndugleikar ikki sóu møguleikarnar úti í Grøv, men valdu at lata 'trupulleikarnar' stýra avgerðini.


Fyri okkara 'skuld'?
Umsíðir eru glottar at hóma hjá Klaksvíkar Kommunu fyri framman, men tað er fortíðin, sum kann læra okkum mest

Hjólini mala aftur í Klaksvík og skattainntøkurnar eru nærum tvífaldaðar síðani botnárið 1993!

Hetta sæst í "Ársroknskapinum 2000" hjá Klaksvíkar Býráð, sum eg júst havi fingið sendandi.

Tað gleðir meg, at vit seinastu árini hava kunnað staðfest eina positiva gongd hjá okkum her norðuri og í samfelagnum í síni heild.

Orsøkina til positivu gongdina finna vit í tillagingini av landsins framleiðslu, so hon er í alsamt betri samsvari við sítt veruliga grundarlag og skiftandi marknaðarviðurskifti. Hendan gongd er farin fram samstundis sum vit hava sett tjóðskaparligt sjálvbjargni ovast á politiska breddan og tí hava vit í dag:

· avtikið so at siga allan stuðul til vinnuna og sagt nei til at innføra hann aftur
· virkir, sum duga betur at samstarva, framleiða og selja, hóast harða kapping um rávøruna
· ein fiskiflota, sum er betur innrættaður til fiskiríkidømið í havinum
· eina sterka vinnugrein innan alingina, sum longu nú vigar nógv búskaparliga
· ótroyttar møguleikar innan arvagransking og oljuvinnu

Tað sum fyrst og fremst eyðkennir hesa búskapargongd er 'ábyrgdin', sum nú er ein partur av dagligu avgerðunum og ætlannarleggingini. Hendan ábyrgd, sum ongan góðan átti í teimum døgum, tá tað meira ráddi um at avlaga seg til økonomiskan stuðul, heldur enn laga seg til búskaparliga veruleikan.

Kommunali veruleikin
Hyggja vit hinvegin nærri at búskaparligu støðuni í okkara kommunu, so síggja vit eina aðra mynd. Í áhugaverdu greinarøð síni á heysti 1998 í Norðlýsinum (byrjandi við blaði nr. 34), brúkar Hilmar Danielsen hugtøk sum "at sigla uttan róður", "drepandi haft" o.s.fr. um skuldina, sum kommunan hevur havt at dragast við síðani 80'ini. Hilmar rakar seymin á høvdið, tá ið hann skrivar: "Hóast góðar inntøkur, er skuldin eitt drepandi haft".

Tað, sum liggur aftanfyri okkara kommunalu skuld, er ein álvarsom søga um ein íløgu- og lánspolitikk frá 80'unum, sum eigur at vera okkum ein dýrur lærupeningi.

Taka vit lagnuárið 1988, so tók táverandi býráðsleiðsla avgerð um at gera íløgur fyri í alt 76,7 milliónir krónur! Skattaprosentið var tá 16,5. Inntøkan var 68,7 mill. kr. Samlaðu íløgurnar vóru altso størri enn samlaðu inntøkurnar (kelda: Klaksvíkar Kommuna, Ársfrágreiðingar 2000).

Tað er í dag torført at skilja, hvat motiveraði táverandi býráðsleiðslu at handla so politiskt og fíggjarliga ábyrgdarleyst.

Leggja vit afturat, at avgerðin hjá táverandi býráðsleiðslu var tikin, hóast leiðslan var vitandi um, at samlaða skuldin hjá kommununi ári fyri var komin uppá 157 milliónir krónir, so verði eg noyddur at melda pass! Hettar er rætt og slætt óskiljandi.

Antin hava ábyrgd og handalag ikki verið til staðar, ella hava tey ikki ligið fremst í huganum!

Tvørturímóti hevur ábyrgdarleysi búskaparpolitikkurin frá 80'unum síðani tá verið okkum eitt 'drepandi haft um beinini', sum tað so beinrakið hevur verið sagt.

Skuldin framvegis dýrast
Tá ið eg fekk kommunala roknskapin fyri ár 2000 upp í hendurnar kundi eg staðfesta, at tað fara at ganga nøkur ár, áðrenn vit endaliga sleppa av við 80'ini.

Enn einaferð er størsta talið í rokniskapinum rentur og avdráttir: 29,6 mill. kr.!

Til samanberingar vóru íløgurnar í alt 24,7 mió. kr, meðan almanna- og heilsuøkið kostaði 17,5 mió. kr. og skúli og mentan kostaðu 14 mió. kr. (kelda: Klaksvíkar Kommuna, Ársroknskapur 2000).

Hóast 10 ár eru gingin síðani bremsurnar vóru høgdar í, so kostaðu 80'ini okkum við aldarskiftið framvegis útvið 30 milliónir í gamlari skuld, samstundis sum dýru 80'ara íløgurnar hava ligið við manglandi viðlíkahaldi og forfarist fyri føturnar á okkum.

Vantandi stýring?!
Eitt annað, sum eyðkennir ársroknskapin fyri 2000, eru stóru frávikini millum metingarnar hjá farnu býráðsleiðsluni og umsitingin hennara og endaliga roknskapin.

T.d. rakti metingin av skattainntøkunum 16,5 mió. kr. við síðuna av (!). Metingin av rakstrarútreiðslunum rakti 7,3 mió. kr. við síðuna av, og metingin av íløgunum rakti 6,4 mió. kr. við síðuna av (kelda: Klaksvíkar Kommuna, Ársfrágreiðingar 2000).

Tá ið vit umframt sera óneyvu metingarnar kunnu staðfesta, at hóast inntøkurnar gjørdust heilar 16,5 mió. kr. størri enn ætlað, so gjørdist meirútreiðslurnar 20,6 mió. kr.!

Vit komu sostatt út úr ár 2000 við einum negativum likviditeti, og tað er lítið at breggja sær av í Føroya næststørstu kommunu.

Tað er einki kynstur at seta inntøkur og útreiðslur lágt, sama um tað er við beráddum politiskum huga ella ikki, og so traðka fram við ársenda við einum góðum úrsliti. Um tað var ætlanin hjá farnu býráðsleiðslu, so kiksaði tað, tí útreiðslurnar vuksu uppaftur meira.

Tað snýr seg um at leggja neyvar og realistiskar fíggjarætlanir, at raðfesta og virka, har veruligu trupulleikarnir liggja. Tað er ikki minni neyðugt at gera sær greitt, hvønn veg ein býur sum Klaksvíkin skal mennast komandi árini og at skipa orkuna hareftir.

Keðilig ringrás
Skuldin hjá Klaksvíkar Býráð er eitt køvandi haft um beinini, sum hevur tvær keðiligar avleiðingar. Fyri tað fyrsta virkar skuldin sum eitt beinleiðis peningaligt dren úr kommunukassanum. Fyri tað næsta eru vit í teirri margháttligu støðu, at skuldin frá 80'unum hevur verið okkum so dýr, at vit ikki hava havt ráð at viðlíkahildið íløgurnar, sum lánini hava fíggjað!

Hóast allar 80'ara-íløgurnar, so eru vit framvegis í teirri keðiligu ringrás, at íløgutørvurin ongantíð hevur verið størri enn nú.

Tískil tykist tann modernaði býurin, sum skuldi byggjast upp í 80'unum at vera eins langt burturi í dag sum tá. Og tað er veruliga stórt spell, tí fólkið, sum her býr, hevur goldið ein sera høgan prís fyri 80'ini.

Nú mala hjólini so aftur og eitt nýtt býarstýri hevur tikið við. Spurningurin er so, um vit duga at læra av fortíðini ...


Rani Nolsøe
Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin




80'ini, fólkaræðið og fullveldi

- Ikki óvæntað er tónalagið í fullveldiskjakinum skerpt í seinastuni.

Trý long ár eru farin, síðani sitandi landsstýri setti hetta søguliga mál á skránna, og óvissan um, hvørjum tíðin arbeiðir fyri, hvessir nú pennarnar í hvør sínum heraðshorni í takt við niðurteljingina til komandi løgtingsval.

Hóast málið um fullveldi hevur tendrað sterkar vónir hjá mongum og riðið øðrum sum marran, so hevur konsekventi álvarin aftanfyri trýst ymisku partarnar - og har í millum donsku stjórnina - fram við síni veruligu hugsan.

Tað í sær sjálvum er eitt stórt frambrot. Tí vit mugu minnast til, at tá ið tosið fellur á føroyskan tjóðskap, verður nortið við eitt aldargamalt kompleks hjá okkum føringum: "vi fattige folk udi Færø". Samstundis er taktiska maskan follin av donsku stjórnini, og innan fyri síggja vit nú, at hon als ikki góðtekur, at Føroyar gerast sjálvstøðugar og heldur ikki viðurkennir okkara rætt at taka hesa avgerð sjálvi!

Í staðin fyri eitt mennandi millumtjóðað samstarv, sum landsstýrið legði upp til á fyrsta samráðingarfundinum, hevur danska stjórnin fráboðað, at øll viðurskifti landana millum skulu vera avviklað eftir bert fýra árum, um vit standa fast við ætlanina um fullveldi. Uttan nøkur argument verður ført fram, at fýra ár er rætta skiftistíðin.

Hinvegin, um vit verða undir donsku grundlógini, so kunnu vit rokna við framhaldandi játtanum á donsku fíggjarlógini. Sera taktiskt og útspekulerað, tá man hugsar um, hvat upptekur nógvar føroyingar í hesum døgum.

Við hesum er vegamótið strikað týðuliga upp, og alt meira bendir á, at einasti vegur frameftir er, at ein meiriluti av føroyska fólkinum eftir næsta løgtingsval á rættvísum og tryggum grundarlag gjøgnumførir føroyska fullveldið.

Og við tí loysa vit eisini nakrar grundleggjandi trupulleikar, vit sum heimastýri hava at dragast við.

Spurningurin um fólkaræðið
Fyrsti trupulleikin, vit loysa við fullveldi, er spurningurin um fólkaræðið. Løgtingið hevur sínar heimmildir í heimstýrislógini og hevur harvið lægri rættartign enn Fólkatingið, sum til eina og hvørja tíð kann gera broytingar í hesi lóg. Sostatt røkkur okkara 'fólkaræðið' og fólksins atkvøðuseðil ikki longur enn til eina rammulóg, sum danska fólkatingi hevur lóggávurættin yvir.

Tess vegna standa vit ikki sjálvi í fremstu røð við endaligu ábyrgdini av okkara samfelag - tað ger danska stjórnin og Fólkatingi.

Í sær sjálvum er tað vágiligt fyri eitt framkomið og altjóða sinnað samfelag sum tað føroyska, at vit góðtaka, at politiska frælsið í roynd og veru er deponerað hjá eini fremmandari státsmakt. Seinastu árini hava vit sæð, hvussu ymisk búskaparligu og politisku áhugamálini hjá føringum og dønum eru vorðin. Meðan tey donsku áhugamálini gersast meira altjóða og stórskalakend í risafelagskapinum ES, so mugu tey føroysku snúgva seg um at menna møguleikarnar at yvirliva sum mikroøki og útjaðari.

Hartil hevur tað stóran týdning fyri okkum, sum útflyta so at siga alla framleiðsluna, at vit kunnu virka frítt og eftir egnum búskaparligum og politiskum áhugamálum í altjóðasamfelagnum, tí okkara tilvera er heft av, hvussu væl vit megna hetta kynstrið.

At binda evsta valdið í Føroyum í eini státsmakt, sum í minkandi mun er før fyri at handfara ymisleikan í 'ríkispurningum', er í frægasta føri meiningsleyst.

Tá ið alt kemur til alt, er tað ein spurningur um hugburð: vilja vit liva í einum 'útdelegeraðum' fólkaræði innanfyri ríkisfelagsskapin, ella vilja vit taka fult fólkaræði og fullveldi!

Spurningurin um avgerð og ábyrgd
Næsti trupulleikin, vit loysa við fullveldi, er grundleggjandi spurningurin um avgerð og ábyrgd.

Her í Føroyum ber tað til at arbeiða við einum politiskum veruleika, sum ikki stendur beinleiðs í sambandi við búskaparliga veruleikan. Tað ber til at lova vælferð, sum vit ikki skulu gjalda sjálvi, tí vit fáa eina árliga játtan úr Danmark, sum ger landskassan til 'svarið' í Føroyum. Til at ávirka hesa støðutakan í Fólkatinginum hava vit tveir fólkatingsmenn, meðan Fólkatingið hevur endaliga avgerðarættin í Føroyum.

Hvar er ábyrgdin? Hjá teimum sum játta ella teimum sum brúka?

Og um vit hugsa longri enn til danska stuðulin til Føroya og taka við, at eisini ein stórur partur av okkara búskapi er tvinnaður saman við tí danska, gerast ábyrgdarviðurskiftini hættisliga ógreið. Tað er undir slíkum umstøðum, at politiski vígvøllurin gerst alopin fyri seráhugamálum og taktiskum politikki.

Við øðrum orðum: okkara politiska skipan hevur ikki og fær neyvan neyðugu styrkina, tá ið ábyrgdin ikki er ein konsekventur partur av avgerðargrundarlaginum, og tað gerst snøgt sagt ómøguligt at føra ein tillagandi og langsiktaðan ábyrgdarpolitikk yvirfyri fólki og tjóð.

Læran av 80'unum
Triði trupulleikin, vit loysa við fullveldi, liggur í royndunum frá 80'unum. 80'ini vóru rætt og slætt endabresturin av teirri búskaparligu avlagan, sum gjørdist veruleiki við stuðulspolitikkinum frá 70'unum.

Við fullveldi seta vit ein endaligan stoppara fyri, at tað kann geva politiska meining at føra ein ábyrgdarleysan búskaparpolitikk. Tískil hindra vit eisini, at vit orsaka av ábyrgdarloysi kunnu uppliva eina sosiala vanlukku, sum hana frá fyrst í 90'unum, tá vit kommunalt og landsbúskaparliga upplivdu ein húsagang, sum vit aldri hava upplivað fyrr.

Tvinni viðurskifti vóru serliga viðvirkandi til gongdina í 80'unum.

Í hitnaða búskapinum uppstóð ein risajavnvág millum almennu og privatu íløgurnar, sum gjørdi føroyska búskapin fullkomiliga bundnan av donskum játtanum og altjóða lántøku, sum við donskum kreditvirði í rygginum vundu uppá seg øll 80'ini. Meðan landskassin fíggjaði ovurstóru stuðulsskipanirnar til privatu vinnuna, kókaði økonomiska virksemi so nógv yvir, at tá ið tað skrædnaði, fór so at siga alt vinnulívið á heysin, samstundis sum alt ov stóri kapasiteturin í flotanum førdi til eina harða niðurfisking av flestu stovnum rundan um Føroyar.

Grundarlagið undir førda politikkinum var eitt undarliga pestað politiskt umhvørvi, sum avsporaði almenna kjakið í ein mun, vit neyvan hava upplivað fyrr. Bert við at kaga aftur í politisku bløðini fær ein varhugan av, hvussu 'eitrað' og avsporað politiska kjakið var, tá vit høvdu mest brúk fyri einum sterkum almennum kjaki um veruligu viðurskiftini.

Vit mugu læra av royndunum fra 80'unum, tí tað einasta, sum í dag skilir okkum frá tí tíðini, er stýrandi politiski viljin, sum ikki góðtekur at koma aftur í somu støðu. Aðrar fortreytir eru tíanverri framvegis til staðar og kunnu aktiverast, so skjótt politiski meirilutin í okkara samfelag skiftir.

Í blindni hóast framburð
Alla farnu øld hevur føroyskur tjóðskapur verið merktur av eini grundleggjandi pessimismu, sum hevur megnað at hildið okkum niðri í spurninginum um veruliga tjóðarbygging sum ber. Sjálvi hava vit - inniliga sannførd um egnu ómegd og alneyðugan danskan stuðli - bygt upp hesa negativu sannføring, at vit sum føroyingar og tjóð rætt og slætt ikki megna at klára okkum sjálvi.

Hvat man hesin negativi samleiki hava kostað okkum upp gjøgnum tíðirnar?

Tá vit eitt sindur tragikomiskt nú um dagarnar hoyrdu ein politikara føra fram, at neyðugt er við nýggjum samráðingum at fáa størri blokkstuðul til tess at tryggja fíggingina av nýggjum vallyftum, ella tá tað verður ávarað móti fullveldinum við teirri grundgeving, at vit ikki hava ráð at verða strikað av donsku fíggjarlógini, so tolir tað næstan sammeting við spádómarnar hjá Malthus.

Malthus førdi jú fram, at fólkavøksturin í hansara samtíð fyri uml. 200 árum síðani fór at verða so stórur, at man ongantíð megnaði at koma úr fátækradømi. Eftirtíðin kundi tó staðfesta, at tað gekk júst øvugta vegin. Ídnaðarkollvelting tók seg fram, og við henni fylgdi eitt óhoyrt tøkniligt frambrot, sum við tíðini hækkaði livistøði munandi. Pessimisman hjá Malthus grundaði seg á, at hann ikki sá søguligu møguleikarnar fyri framburði, júst sum teir vóru í ferð við at taka dyk á seg.

Sama blindni tykist eisini eyðkenna nógvar føroyingar, nú vit sum sjáldan fyrr kunnu vísa á fleiri dømi um framgongd og góðar framtíðarmøguleikar innan aling, ídnaðarmenning, fiskiveiðuregulering, betri útnyttan av rávørunum, betri søluarbeiði á altjóða marknaðum, framkomu av vitanarvinnum o.a., umframt ótroyttu møguleikarnar innan olju og gentøkni.

Hesin positivi útviklingur er farin fram samstundis sum vit hava megnað at skorið so at siga allan stuðul úr vinnuni, og samstundis sum vit nú hava ráð til at leggja meginpartin av blokkstuðlinum til viks.

Í hesum ljósinum fyrikemur mentala bindingin til danska stuðulin - sum týdningarmesta trygd føringa - eitt sindur tragisk.

Eg vóni, at vit í framtíðini kunnu skapa ein nýggjan felagsskap við Danmark, har vit sum javnbjóðis tjóðir kunnu samstarva á flestu økjum av týdningi fyri bæði londini.

Eg vóni tí, at vit við komandi løgtingsval fáa eitt styrkt mandat, til á rættvísum og tryggum grundarlag at seta gongd og ferð á fullveldismálið aftur, og við tí fyrireika okkum at taka við einum óskerdum føroyskum fólkaræði og endaligu ábyrgdini av samfelagnum.




Fiskivinnan skal gerast lokkandi

Olja ella fiskur: Nú grundin er við at verða stoypt til eina komandi føroyska oljuvinnu, eru tó partar av landinum, sum ikki leggja so stóra orku í kolvetni. Í Klaksvík situr millum annað Havnar- og Menningarstjórin og arbeiðir við eini ætlan, sum skal gera Klaksvíkina til ein enn sterkari fiskivinnumiðdepil, sjálvt um oljuídnaður tekur seg upp í Føroyum


­ Vónandi megna fyritøkur í Klaksvík at fáa ein virknan leiklut í oljuvinnuni. Men samstundis er neyðugt at arbeiða við at menna fiskiídnaðin, og tá verður tú í summum førum noyddur at velja millum fisk og olju, sigur Rani Nolsøe, Havnar- og Menningarstjóri í Klaksvík.
Klaksvík hevur í nógv ár verið fiskivinnub ur burturav. Nú nógv prát hevur verið um oljuvinnu við útgerðarhavnum og øðrum, hevur tú ikki hoyrt eitt orð um Klaksvíkina í hesum sambandi.
­ Klaksvík liggur sum nú er longst burturi frá har farið verður at bora eftir olju í fyrstu atløgu, og hevur tað helst verið viðvirkandi til, at vit ikki hava markerað okkum so sterkt, sigur Rani Nolsøe.
­ Bæði tí, at fjarstøðan er tann hon er, og tí, at Klaksvík søguliga er ein fiskib ur burturav, fara vit ikki at sleppa fiskivinnuna til frama fyri oljuna, sigur Rani Nolsøe.

Spennandi fiskivinna
­ Tíverri byrjar eingin í dag á einum flakavirki við tí fyri eyga at arbeiða fisk restina av lívinum. Tað er eisini sjáldan, at fólk fara út í heim at nema sær hægri útbúgving og koma heim aftur fyri at arbeiða í fiskivinnuni, men henda hugburð mugu vit broyta, sigur Rani Nolsøe.
Um ein oljuídnaður tekur seg upp her á landi, so vil hesin hála so nógv í bæði kapital og útbúna arbeiðsmegi, at tað vil ganga hart út yvir fiskivinnuna. Tað hevur tí stóran t dning, at fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, gerst meira attraktiv og spennandi, sigur Rani Nolsøe.
Uppskriftin upp á eina meiri spennandi fiskivinnu liggur m.a. í teimum møguleikum, sum fólk skulu hava at útbúgva seg í. Rani Nolsøe heldur, at kommunurnar og landspolitikarar longu nú eiga at gera sær greitt, at skal fiskivinnan ikki detta niður ímillum, so má hon fáa nakrar líkinda karmar at mennast í.
­ Vit í Klaksvík ætla sjálvandi ikki at sita hendur í favn og hyggja at, meðan onnur økir í landinum mennast í stóran mun, við eini komandi oljuvinnu í rygginum, sigur Havnar- og Menningarstjórin.
- Men tað er avgerandi við einum kvalifiseraðum samspæli millum vinnuna og kommununa og millum kommununa og landspolitikkin, um nøkur verulig fiskimenningarætlan í Klaksvík kann verða til nakað.
Klaksvík hevur sum er góðar og drúgvar royndir innan fiskivinnuna, so við avsetti í hesi, mælir Rani Nolsøe til, at man í enn størri mun enn áður fer í holt við at menna bæði arbeiðs-, útbúgvingar- og kanska serliga góðskumøguleikarnar í hesi vinnu.

Ein hundur
Tað verður ofta sagt í sambandi við føroyskt vinnulív, at ein hundur sjáldan sleppur at pissa einsamallur. Um Klaksvík bjóðar seg fram sum fiskivinnumiðdepil við bæði útbúgvingarmøguleikum, spennandi starvsmøguleikum og nýskapandi góðsku- og granskingarhættum, er so ikki vandi fyri, at aðrar kommunur vilja hava sín part?
Havnar- og menningarstjórin er tó ikki bangin fyri, at øll koma stórleypandi.
­ Fiskivinnan er so stór hóast alt, at tað helst skal meira enn Klaksvíkin til, at tryggja hesa vinnu góð framtíðarútlit. Tí eru regional samband millum kommunur eisini sera áhugaverd í hesum sambandi. Men Klaksvíkin er sera vælegnað sum karmur um eina menning av fiskivinnuni. Vit hava sum sagt drúgvar royndir á økinum og harafturat hava vit møguleika at útbyggja verandi skúlar og at skapa grundarlag fyri nýggjum skúlum, sigur Rani Nolsøe.
­ Er nakað annað stað í landinum, sum ætlar sær at bjóða seg fram, sum líknandi miðdepil, so er regionalt samstarv svarið, sigur Rani Nolsøe.
­ Tað almenna má framhaldandi taka fiskivinnuna í størsta álvara og tí er tað altavgerandi, at góð stovnsrøkt og góðir veiðuhættir skapa karmar fyri, at fiskivinnan verður ein varandi vinna, tí oljukeldurnar tømast fyrr ella seinni, sigur Rani Nolsøe og leggur afturat, at fiskivinnan má mennast í tráð við, at n ggja kolvetnisvinnan tekur seg upp, so man ikki kemur í ta støðu um nøkur ár, at oljan er burturi og førleikarnir og vitanin burturi í fiskivinnuni.
­ Tað má undir øllum umstøðum vera soleiðis, at fiskivinnan mennir seg munandi tey næstu árini, so at føroyingar kunnu hava tvey sterk bein at standa á, um oljuvinnan tekur seg upp, sigur Rani Nolsøe.
­ Tí er tað sera t dningarmikið at geva fiskivinnuni eina andlitsupplyfting, sum ger, at hendan vinnan fer at klára at taka dystin upp við oljuvinnuna - bæði hvat búskapi og førleika viðvíkur, leggur hann afturat.



Føroyar eiga at bindast saman

Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík og fyrrverandi pendlari millum Klaksvík
og høvuðsstaðin, sær tað sum eina treyt fyri framhaldandi menningini av
Føroyum, at fast undirsjóvar samband verður millum øll tey størru vinnuøkini
í landinum

Rúnar Reistrup

Økismenning

Tá Rani Nolsøe fór í starv hjá Kalli setti hann sær fyri at prógva, at tað
at hava bústað í Klaksvík ikki var nøkur forðing fyri at hava eitt krevjandi
starv í Havn. Men eftir gott hálvt ár sum pendlari millum báðar teir størstu
býirnar í landinum má hann nú ásanna, at hann hevur prógvað tað beint øvugta
fyri sítt viðkomandi. Og var hann heitur fyri einum undirsjóvartunnli undir
Leirvíksfjørð fyrr, so er hann nú sannførdur um at undirsjóvartunnilin er
alneyðugur.
- Tað sum eg eri komin fram til eftir 7 mánaðar í starvinum hjá Kalli er, at
eg fái ikki eitt starv í Tórshavn, bústað í Klaksvík og býráðsarbeiði í
Klaksvík at hanga saman. Orsøkin er at flutningurin millum Klaksvík og
Havnina tekur ov langa tíð, og serliga er tað sera vánaliga sambandið
um Klaksvíkina og Leirvík sum ger seg galdandi. Skulu vit gera okkum vónir
at menna Klaksvíkina, mugu vit tíanverri staðfesta, at farleiðin í núverandi líki er ein beinleiðis hóttan, sigur Rani Nolsøe. Eins og øll onnur, ið javnan sigla um Leirvíksfjørð hevur hann ferð eftir
ferð upplivað at sita veðurfastur øðrumegin Leirvíksfjørð, ella at standa
nakkalangur á keiini í Leirvík meðan Dúgvan fer siglandi fullfermd til
Klaksvíkar. Tá privatfólk javnan hava slíkar trupulleikar, so kan ein bert ímynda sær
hvussu vinnan er fyri.

Alt størri tørvur
Tørvurin eftir flutningini til og úr Norðoyggjum er vaksin stórliga síðstu
árini. Fólk ferðast meira, og vinnulívið í Norðoyggjum framleiðir nógv meira
nú enn fyrr. Hetta sæst aftur á farmanøgdini, sum verður flutt úr Klaksvík.
Rani Nolsøe væntar ikki, at klaksvíkingar kunnu vænta sær at farmaskip fara
at sigla á Klaksvíkina í framtíðini, og at mesta vøran tí má flytast um
Leirvíksfjørð.
- Vit eru eitt oyggjasamfelag, og vit hava eina stóra fiskaframleiðslu.
Saman setir hetta serlig krøv til infrabygnaðin í Føroyum. Um vit vilja
breiða búsetingina í landinum og soleiðis troyta tað tilfeingið, sum er, so
má landið bindast saman við vegasambandi.

Isolatiónin dovnar
At kalla einasta samband millum Norðoyggjar og Havnina er við ferjuni um
Leirvíksfjørð, og hevur tað sambært býráðsliminum við sær, at Klaksvíkin er væl á
veg til at blíva afturúrsigld í mun til onnur øki í landinum.
- Eg meti at Klaksvíkin á fleiri økjum er eini fimm til tíggju ár aftanfyri í mun til
vakstrarstøðið í mistaðarøkinum. Og hetta kemst av vánaliga
ferðasambandinum til restina av landinum. Um hugt verður at hvat er hent
síðan kreppuna, so er Havnin komin sera væl við, og Eysturoyggin liggur ikki
langt aftanfyri. Økini hava ment seg nógv og hava fjølbroytta vinnu, tí vanlig kapping hevur lagt eitt dynamiskt trýtst á vinnurnar. Í Norðoyggjum, hinvegin, hevur isolatiónin gjørt at vinnan í ein ávísan mun livir í einum vardum lumma. Tildømis eiga virkir innan tænastuvinnuna, ið liggja í Klaksvík, so at siga marknaðin í Norðuroyggjum, tí økið er so isolerað at tað loysir seg oftast
ikki at keypa tænastur aðrastaðni frá. Hetta hevur í longdini eina dovnandi ávirkan á
vinnulívið her norðuri, og tað sæst aftur á t.d. tænastustøðinum, sum eftir
míni meting ikki er á hædd við støðið í miðstaðarøkinum, tíanverri.
Rani Nolsøe viðgongur, at tað helst finnast nógv, ið gjarna vilja varveita
hesa støðu og ikki ynskja broytingar.
- Men eg trúgvi, at vit gera okkum sjálvum eina bjarnatænastu í longdini her
norðuri, um vit lata standa til.
- Vit síggja jú at Klaksvíkin á øðrum økjum blómar. Tak t.d. ítróttin og mentanina. Tað er tekin um at býurin er sterkur og livandi, men um vit ikki fáa og fyrireika okkum til fast samband, so verða vit ikki eitt av framtíðar vakstrarøkjunum í Føroyum.

Minni oyggjasamfelag
Rani Nolsøe viðurkennir at fyri ein suðring, sum sær Smyril leggja frá kei
einaferð um dagin, má tað ljóða sum ein luksustrupulleiki tá klaksvíkingar
gremja seg um sambandið um Leirvíksfjørð, har tíggju túrar verða sigldir um
dagin.
- Tað, sum Suðuroyggin og suðuroyingar uppliva í løtuni er at oyggin
veruliga haltar aftur úr í menningini orsakað av vánaliga sambandinum við
restina av landinum. Tað sær ikki gott út, og eg haldi ikki at man
skal lata standa til.
Loysnin er, í eygunum á býráðsliminum í Klaksvík, at útbyggja infrabygnaðin
millum oyggjarnar so nógv, at Føroyar við tíðini gerast til eitt samanbundið
oyggjasamfelag, heldur enn eitt avbyrgt oyggjasamfelag.
- Fast samband millum oyggjarnar er ein fortreyt fyri at vit kunnu útnytta
tilfeingi í Føroyum. Vit koma at renna okkum í alsamt ávarsamari
fløskuhálsar, um vi ikki syrgja fyri at fáa fast samband millum tær
vinnuliga týdningarmestu oyggjarnar. Málið má vera at knýta so nógv sum
møguligt av Føroyum saman við føstum sambandi, og tí er tað ein fortreyt fyri
menningini av føroyska samfelagnum, at fyrireikingarnar til undirsjóvartunnil til
Klaksvíkar halda fram sum ætlað. Vit eiga sjálvandi eisini at kanna landafrøðiligu
og búskapraligu fortreytirnar fyri øðrum tunnlum, t.d. til Sands og Suðuroyar.



Fagralíð 21. august 1999

Gott fundarfólk!
Millum brot og vandasker navigeraðu Símun og Rasmus háskúlanum úr farnu øld í Klaksvík til Førgrulíðar, og síðani til høvuðsstaðin fram til 1942, tá báðir løgdu frá sær. Alla tíðina við einum sterkum stuðli frá fólkinum, men undir rættiliga ivasomunm stuðli frá myndugleikunum.
Í stríðinum at "vekja næmingarnar andaliga, so at teir verða førir fyri at seta lívsendamálið út um dagliga strevið fyri mati og drekka" - sum tað stendur í fyrstu endamálsorðingini - hava háskúlamenninir offrað eina slíka idealismu, sum vit illani kunnu ímynda okkum í dag.
Eisini fekk háskúlin í virki sínum eitt týdningarmikið politiskt stevnumið, nevnliga útbreiðsluna av røðuni - av hinum livandi orðinum á móðurmálinum - sum tað eisini stóð í endamálsorðingini.
Sum kunnugt eru bæði lesnaður og tala sterkast á móðurmálinum, sjálvandi. Og tá eitt fólk fær atgongd til lestna á móðurmálinum, skapar hetta hugsan, og hugsan førir til frælsi. Um orðið gerst frælst, ger tað menniskjuna frælsa.

Háskúlin var jú í mong ár einasti skúli, sum konsekvent undirvísti á føroyskum!
Soleiðis komu háskúlamenninir í sínum stillføra virksemi at búgva fólkið út til at taka við sínum egna samfelagi. At hetta virksemi hevur verið í djúpari andsøgn til donsku yvirvøldina og stuðlar hennara her á landi, má vera sjálvsagt.
Teir tóku tjóðskaparstríðið niður av pedistalinum, og praktiseraðu tað í dagligum verki í eini søguligari tíð, sum vit eiga at halda eitt vakið eyga við. Tí talan er um eitt tíðarskeið, sum á sín hátt minnir um okkara tíð. Og nógv er at læra av.
Um vit krittiskt hyggja at føroya søgu, so sæðst eitt ávíst tema ganga aftur, tá nakað av veruligum týdningi er farið fram í okkara samfelag:
Avgerðirnar eru avreiddar til umstøðurnar!
Tað hava alt ov ofta verið umstøðurnar, sum hava stýrt útviklinginum. Ikki vit sjálvu á egnum beinum ella í samvinnu við umsøðurnar. Nei! Alt ov mangan, tí vit sjálvi ikki trinu fram og tóku sakina í egnar hendur.

· Umstøðurnar syrgdu fyri grundlógini frá 1851
· Umstøðurnar tryggjaðu okkum merkið
· Umstøðurnar tryggjaðu okkum tøkniliga útviklingin eftir kríggið
· Umstøðurnar trýstu okkara fiskimark út á 200 fj. at velja
· Umstøðurnar gjørdu av við 80'ara samfelagið
· Umstøðurnar eiga sín lut í búskaparligu framgongdini seinnu árini.

Tað sæðst, at vit alt ov sjálvdan hava megnað - ella heldur torað - at tikið ábyrgdina sjálvi, og stungið kósina út í kortið. Vit hava í alt ov stóran mun verið eygleiðarar í egnum landi og tikið við tí, sum umstøðurnar hava dikterað!
Eitt lýsandi undantak vóru íkoman av tjóðskaparrørsluni og stovnanin av Føroya Fólkaháskúla. Og júst av hesi orsøk kann hetta tíðarskeið í dag gerast okkum ein so virðismikil lærdómur, tí eins og tá krevja umstøðurnar av okkum í dag tær týdningarmestu avgerðir í hesu øldini: skulu vit eftir 500 ár trína út úr okkara ójavnsetta sambandi við Danmark, ella skulu vit ikki! Og um so er, hvussu skal tað gerast til tess at tryggja tjóðini tilverurætt í tí modernaða heiminum.
Um vit hyggja nærri at tíðini um seinasta aldarskifti, minnir tað ikki sørt um tíðina í dag.
Rembingarnar um aldarmótið
Tá ið Símun á Skarði og Rasmus Rasmussen stovnaðu háskúlan í 1899, hendi tað í eini broytingartíð, sum man ikki hevði sæð makan til áður í føroya søgu.
Tær stórstu broytingarnar stóðust ikki av málstríðinum ella tjóðskaparstríðinum, hóast hetta stríð sumbólskt spøkti allastaðni og fylt sera nógv.
Tær stóru broytingarnar vóru í veruleikanum búskaparligar!
Og tað var ikki av tilvild, at vit fingu tjóðskaparligu rembingina um sama mundi. Tí tað, sum fylgdi í kjalarvørrinum av búskaparligu broytingunum, var ein sosial kollvelting í føroyska samfelagnum, sum meir og minni hevði prutlað undir lokinum tað mesta av farna árhundraði, og sum seinast í øldini brast út í ljósan loga. Eins nógv sum tjóðskaparrørslan var ein reaktión uppá donsku mentannarávirkanina í Føroyum, var hon ein reaktión uppá ta sosialu kollvelting, ið stóðst av búskaparligu broytingunum.
Sluppirnar streymaðu til landið og tømdu gomlu garðarnar fyri arbeiðskonur og húskallar.
Tey gjørdust fiskagentur og fiskimenn og bóndurnir mistu bæði arbeiðsmegina og tignina, teir í øldir høvdu haft.
Árið 1910 vóru heili 1786 fyrrverandi húskallar og aðrir umborð á sluppunum.
Hartil koma allar arbeiðsgenturnar og tær, sum arbeiddu í fiskinum á landi.
Hetta skal setast í mun til samlaða talið av føroyingum, sum tá vóru knappir 18.000 í tali.
Her hevur verið talan um eina sanna kollvelting av liviumstøðunum. Eitt týðuligt dømi er brennivínslóggávan frá 1907. Drekkaríðið varð vorðið so ógvusligt, og fylgjurnar so umfatani, at øll brennivínssøla við eina fólkaatkvøðu varð bannað.
Ein freistast at halda, at fyrstu ættarliðini, sum mannaðu sluppflotan og sum arbeiddu tímalønt á landi, illa megnaðu hesar djúpu broytingar í liviumstøðunum.
Men slupptíðin jarðaði með alla gamla bóndasamfelagið og upplivdist fyrstu árini av flestu føroyingum sum eitt stórt framstig.
Politiska reaktiónin
Stovnanin av Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum við valið í 1906 vóru politiska reaktiónin uppá hesa byltingartíð. Men í mun til ta búskaparligu gongdina, gjørdist politiska reaktiónin eitt dygt afturstig fyri útviklingin.
Við góðum forstáðilsi fyri útviklinginum og skili fyri realiteti, samráddust Jóannis Paturson, fólkatingsumboð og Alberti danski lógmálaráðharrin, seg í 1906 fram til eina skipan fyri Føroyar í Danska ríkinum, kallað "tilboðið", sum minti sera nógv um heimastýrislógina, sum 42 ár seinni varð sett í gildi.
Tað sentrala í tilboðinum var ein semja um, at løgtingið skuldi fáa møguleika at krevja inn skattir. Hetta var sjálvandi ein herskin biti hjá teimum múgvandi at slúka, tí næstan ongir skattir vórðu goldnir tá á døgum.
Men samfelagsliga avleiðingin hevði sjálvandi verðið tann, at løgtingið vildi ment seg frá einum viðmælandi og lítisigandi tjakforum til eitt búskaparligt og politiskt sentrum í samfelagnum.
Og tað vildi verði avgerandi treytin fyri, at Føroyar kundu investera seg burturúr slupptíðini, meðan tíð var, og veruligur politikkur kundi verði førdur í eini tíð, tá tað var so harðliga tiltrongt.
Tilboðið gjørdist høvuðstema í fólkatingsvalinum í 1906, og sigursharrarnir leiddu føroyskan politikk í eitt helit nýtt spor og tað einasta sum ikki mátti henda hendi:
Tá møguleikin fyri eini ríkisrættarligari nýskipan stóð okkum í boði, endaði tað konstruktiva politiska samstarvið við Danmark í eini lemjandi innanhýsis ósemju í Føroyum.
Hetta var orsøkin til, at útviklingurin steðgaði á einum móti, har vit bæði trinu inn í nýggju tíðina, men ikki meir enn so, at hitt beinið varð verandi í gamla bóndasamfelagnum.
Og har blivu vit standandi!
1906 valið kostaði dýrt og avleiðingarnar gjørdust ein sonn menningarleys oyðimarkargongd fram til annan veraldarbardaga.
Hóast svárar tíðir vunnu vit tjóðskaparliga mentunnarstríðið, men búskaparliga goldu vit ein sera høgan prís, sum toppaði í djúpu depressiónini í 1930'unum.
Við øðrum heimsbardaga fekk slupptíðin mønustingin.

Rembingarnar í 1990'unum
Men nú skulu vit vara okkum. Lætt er afturlítandi at vera klókur og síggja klárt í søgunar uppklárandi ljósi.
Nú eru tað vit sum standa her, her á sama staði sum háskúlamenninir reistu sín varða. Nú er tað okkum umstøðurnar rópa eftir! Nú eru tað vit, sum skulu reisa varðar.
Hvussu hava okkara 1990 ár ikki verið? Um byltingarnar vóru stórar um aldarskiftið, so eru tær enn størri nú.
· Eftir einans 6 til 8 árum hava vit upplivað onki minni enn eina kollsigling av 80'ara samfelagnum.
· Eina útskúgving av so mongum av okkara landsmonnum, sum vit ongantíð fyrr hava sæð.
· Eina avdúking av heimastýrislógini sum inkompotenta.
· Vit hava uppliva eina avmonopolisering av føroyska samfelagnum, sum fyri fáaum árðum síðani var óhugsandi.
· Eina ósensureraða informatiónsflóðaldu yvir kunningartøknina og fylgisveinarnar, sum hevur umskapt tann fyrr so stóra og fjara heim, til eina globala bygd í høvdum okkara.
Tað er trupult at meta um, hvussu alt hetta er í ferð við at broyta okkum og okkara samfelag. Vit standa mitt í øllum og hava ikki søgunar uppklárandi ljós at síggja og sannkenna við.
Men júst sum tey gomlu stóðu við møguleikunum í 1906 og 1946, standa vit í dag í eini umfatandi broytingartíð, sum ber so nógvar møguleikar í sær.
Tann týdningarmesti møguleikin er einaferð með alla at fáa loyst okkum úr núverandi sambandi við Danmark og harvið latið upp fyri øllum heiminum uttan um okkum. Møguleikanum at staðfesta og menna okkara tilverurætt í tí nýggja globaliseraða heiminum, at navigera við dugnaskapi og ikki eftir bestu stuðulsmøguleikunum.
Men ivin millum føroyingar hevur altíð verið stórur. Hvussu skulu vit megna at standa á egnum beinum? Hvussu skulu vit megna at skapa eitt føroyskt fullveldi? Hvussu skulu vit klára okkum uttan danska vernd og stuðul?
Allur spurningurin um Føroyar sum sjálvstøðug tjóð er umgyrdur av einum umfatandi og djúpum iva. Men hvørjun botnar hesin ivi í veruleikanum í?
Man hann ikki í roynd og veru botna í okkara gamla niðurarvaða iva í okkum sjálvum? Vit ivast í okkara egna førleika at skapa ein burðardyggan og kappingarføran búskap, vit ivast í okkara egnu politisku skipan, vit ivast í okkara egnu førleikum, tá vit standa yvirfyri altjóðasamfelagnum. Tað er okkum sjálvum vit ivast í! Um tað er nakað er tað er okkum sjálvi vit ræðast, tá alt kemur til alt.
Tí royna vit, sum vit altíð hava gjørt, at elta sum fyri er slóðað. Men sum Sjúrður Skaale segði á Gøtusandi á longsta degi í ár, so kunnu vit ikki longur elta sum fyri er slóðað - rætt og slætt tí tað ikki er slóðað fyri okkum.
90 árini hava týðuliga víst, at vit reka ein veg og Danmark ein annan veg!
Á sama hátt sum "tilboðið" í 1906 gav føroyingum møguleika at velja heimastýrið í eini tíð, tá tað var so inniliga tiltrongt, fyrireikar núsitandi landsstýri ein møguleika hjá okkum at velja fullveldi.
Men á sama hátt sum í 1906 síggja vit í dag sama undarliga tendens til ósemju, tá mest er brúk fyri samstarvi.
Vit kunnu tó í dag staðfesta - við seinastu veljarakanningini í huga - at tað fantastiska við hesi tíð vit liva í, er at okkara royndir seinastu árini hava brett upp gomlu vanahugsanina og hevur sáðað dirvi í flestu okkara hjørtum at hugsa radikalar nýggjar tankar um okkara samfelag í samstarvi við altjóðasamfelagi.
Vit spyrja ikki longur, um vit eru føroyingar, um vit hava rætt at hava føroyskt sum okkara móðurmál, um vit eru sprottin úr eini føroyskri mentan.
Nú spyrja vit eftir okkara tilverurætti í tí modernaða heiminum. Vit spyrja eftir dugnaskapinum, sum skal tryggja okkum at vit yvirliva sum framkomin tjóð í framtíðini! Og júst tað at hetta sannkennilsi hevur vunnið so stórt virkisøki í okkara samfelag, ger okkara tíð so spennandi at liva í.
Hetta mugu vit fáa danir at skilja, soleiðis at okkara millumlanda viðurskifti verða har eftir. Og tað mest umráðandi er at vit ikki køva okkum sjálvi í innanhýsis ósemju, sum tað hendi í 1906.
Júst sum Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen megnaðu at geva so mongum føroyingum móðurmálið sum reiðskap og vápn, og harvið gjørdu sítt til, at vit eru ein sameind tjóð í dag, so ræður um hjá okkum sameint at fáa føroyska samfelagið í eitt nýtt millumtjóða samband, har vit á jøvnum fóti kunnu samstarva við allar tjóðir. Men vit mugu skilja, at hetta stríðið byrjar við okkum sjálvum.
Tað er einasti møguleikin, um vit megna at standa saman um at seta álitið á tað einasta vit veruliga kunnu líta á, nevnliga tað náttúruríkidømi vit hava ræði á, og so okkara evni og hegni at umsita tað í samvinnu við onnur lond! Bert soleiðis kunnu vit veruliga tryggja okkum, at Føroyar í framtíðini gerast eitt gott og mennandi samfelag at búgva í hjá okkum øllum - og okkara eftirkomarum.

Takk fyri!