Login:
  
Vegleiðingar o.a. Limaskapur Sáttmálar & lønir Feløg & vinnufeløg Um Vinnuhúsið Vit meina

Um Havbúnaðarfelagið

Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri føroyskar alarar.

 
Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár. 
 
Ynskir tú at vita meira um laks úr Føroyum, far inn á  
 

 


Endamál felagsins
 
Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :
 
·     Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting o.o. seta í verk, soleiðis at hesar tæna alivinnuni.
 
 
·     Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-, heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.
 
 
·     Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum kunnu hækka støði innan alingina, t.d. fyribyrgja fiskasjúkum og útbreiðslu av smittu, og fáa hesa vitan út til limirnar í felagnum.
 
 
·     Samstarv við útlendska vinnu: Samstarv við líknandi útlendsk áhugafeløg og saman við teimum vera við til at ávirka alivinnuni til frama. Havbúnaðarfelagið er limur í altjóða vinnufelag: Federation of European Aquaculture Producers (www.feap.org)

 
·     Hagtøl: Felagið innsavnar hagtøl fyri slátur av laksi, støddarbýti og góðskuflokking. Tølini verða løgd á heimasíðuna regluliga.
 
 
·     Gransking og útbúgving: Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni. Somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og skeiðum sum hækka førleikan hjá alivinnuni.
 

 

 

Samband: Stefan í Skorini

 

 

 

 

VINNUHÚSIÐ | Smærugøta 9A | Postboks 1038 | FO-110 Tórshavn | Tel: +298 30 99 00 | Fax: +298 30 99 01 | industry@industry.fo