Landslið

HSF hevur miðvísar ætlanir við landsliðum og arbeiðir í løtuni við hesum landsliðum:

A-landslið (kvinnur og menn)
U-18 landslið (kvinnur og menn)
U-15 landslið (gentur og dreingir)

Á sumri 2010 varð heildarætlan gjørd fyri regluligum savningum og venjingum hjá bæði A landsliðunum og U-liðunum. Grundleggjandi er talan um 4 savningar/venjingar, sum ganga yvir tveir dagar og so tvær testir, ein um árskiftið og ein um mánaðarskifti mai-juni. Ætlanin skal skiljast sum eitt minstamark fyri venjingum, tá ið vant verður upp til dystir ella kappingar, verður sjálvandi vant meira. Viðvíkjandi altjóða luttøkum er at siga, at HSF arbeiðir miðvíst við hesum.

Venjingarnar hjá A-landsliðnum hjá monnum og kvinnum eru somu dagar og næsta árið eru á síggja á HSF Kalendarin