Hátíðarhalda longdan flogvøll

Mynd: Savnsmynd

Klokkan 14 í dag verður hátíðarhildið, at flogvøllurin í Vágum er longdur upp í 1799 metrar

Ingi Samuelsen/Eirikur í Jákupsstovu | 3. des kl. 10:32 | Dagf. 3. des kl. 10:36

Í dag verður hátíðarhald á flogvøllinum í sambandi við at flogbreytin nú verður latin upp fyri allari ferðslu eftir at fløgvøllurin er longdur upp í 1799 metrar.

Finnbogi Niclassen, virkandi stjóri í p/f Vága Floghavn, sigur við útvarpið, at hann roknar við, at ferðslan á Føroya einasta flogvølli nú fer at økjast.

Hátíðarhaldið á flogvøllinum byrjar í dag klokkan 14, tá rutuflogfarið hjá Atlantsflog lendir. EFtir at flogfarið er komið til komuhøllina, verða røður og sangur við vágakórinum.

Røðarar vera Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í p/f Vága Floghavn, Johan Dahl, landsstýrismaður við ferðslumálum, Finnbogi Niclasen, flogvallastjóri, Christian Andreasen nevndarformaður í J&K Petersen, sum hevur staðið fyri byggiarbeiðinum, og Bjarni A. Bjarnason, nevndarformaður í Atlantsflog.


Høvundur:
Ingi Samuelsen/Eirikur í Jákupsstovu
Løgd út:
3. des kl. 10:32
Dagførd:
3. des kl. 10:36