Lena Anderssen bjóðar øllum á Býarbókasavnið í dag

Áki Bertholdsen
.(JavaScript must be enabled to view this email address)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 0

planet.fo » Tónleika tíðindi
Friday 18. November 2011 - 10:23

Í sambandi við at nýggja fløgan Letters From The Faroes verður útgivin, hevur Lena Anderssen almenna móttøku í nýggju og stásiligu hølunum á Býarbókasavninum á Niels Finensgøtu í Havn.

Móttøkan verður í dag millum klokkan 16-18 og hetta er fyrstu ferð, at nýggja Býarbókasavnið verður karmur um eina móttøku av slíkum slag.

Letters From The Faroes er fjóðra útgávan hjá Lenu Anderssen. Fyrstu upptøkurnar vórðu gjørdar í Seattle í USA.

Størsti parturin av upptøkunum eru tó farnar fram í Føroyum, fyrst og fremst í Kristuff Studio í Hoyvík, men eisini í Norðurlandahúsinum, Útvarpshøllini og heima hjá Lenu sjálvari. Strúkarar, blásarar og harpa eru innspæld í Íslandi við íslendskum tónleikarum.

Um fløguna sjálva hevur Lena sagt í útvarpssamrøðum hesa vikuna, at talan er um 14 sangbrøv úr Føroyum til heimin ella einhvønn, ið hevur hug at lurta og lesa.

Á móttøkuni vera eisini málningur, sum Torbjørn Olsen hevur málað av Lenu, og mynd, sum Bárður Eklund hevur tikið av Lenu, sýnd fram í fullari stødd.

Báðar eru á fløguhúsanum.

Móttøkan verður sum sagt millum klokkan 16 og 18 á Býarbókasavninum. Øll eru vælkomin.


Mynd: Bárður Eklund