fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 15.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.02.2015 (11:29)

Hesi listafólkini hava nú fingið starvsløn

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvslønirnar í 2015.

Nøkur hava fingið starvsløn í eitt ár, onkur eitt hálvt ár og fleiri í styttri tíð enn tað.

 

Tey, sum hava fingið starvsløn longst, eru hesi:

Bárður Oskarsson, listamaður, 1 ár,

Dánjal Dam á Neystabø, tónleikari, 1 ár

Jóanes Nielsen, rithøvundur, 6 mánaðir

Rakel Helmsdal, rithøvundur, 6 mánaðir

Rógvi á Rógvu, tónleikari, 6 mánaðir,

Silja Strøm, listakvinna, 6 mánaðir 

 

 

Tilsamans hava hesi fingið starvsløn                       

                                                                                               

Anker Eli Petersen, 3 mánaðir

Astrid Andreasen, 3 mánaðir

Bárður Oskarsson, 12 mánaðir

Benjamin Petersen, 3 mánaðir

Bergur Rønne Moberg, 3 mánaðir

Brandur Patursson, 3 mánaðir

Dánjal Dam á Neystabø, 12 mánaðir

Durita Holm, 2 mánaðir

Edvard Sofus Olsen, 2 mánaðir

Elin Henriksen, 2 mánaðir

Hanni Julius Bjartalíð, 3 mánaðir

Hans Tórgarð, 1 mánað

Ingi Joensen, 2 mánaðir

Jan Nystrøm, 3 mánaðir

Jens L. Thomsen, 1 mánað

Jóanes Nielsen, 6 mánaðir

Jón Aldará, 3 mánaðir

Kirstin Helgadóttir, 1 mánað

Kjartan Hansen, 1 mánað           

Kristina Sørensen Ougaard, 1 mánað           

Leivur Thomsen, 3 mánaðir

Lív Maria Róadóttir Jæger, 2 mánaðir

Maria Winther Olsen, 3 mánaðir

Marianna Mørkøre, 3 mánaðir

Marjun Syderbø Kjelnæs, 3 mánaðir

Páll Nolsøe, 2 mánaðir

Rakel Helmsdal, 6 mánaðir

Rannvá Káradóttir,  3 mánaðir

Rógvi á Rógvu, 6 mánaðir

Sakaris Fríði Stórá, 3 mánaðir

Sigmar Bláberg, 2 mánaðir

Silja Strøm, 6 mánaðir

Sissal Kampmanm, 3 mánaðir

Stanley Samuelsen, 2 mánaðir

Steintór Rasmussen, 3 mánaðir

 

Tilsamans verða sostatt tilsamans 117 mánaðarlønir fyri góðar tríggjar milliónir,  latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði. 

 

Tilsamans vóru 104 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri slakar 32 milliónir krónur, og av teimum vóru 35 umsóknir játtaðar.

 

Nevndin hevur í ár gjørt av ikki at lata eina trý ára starvsløn. Orsøkin er, at tað komu so nógvar góðar umsóknir, har søkt varð um starvsløn í styttri tíðarskeið. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár, sigur nevndin

 

 

Vevlýsingar