Eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015

Samgongan hevur sett sær sum mál, at eldraøkið skal leggjast til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Tvær lógir eru samtyktar ávikavist Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum og Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
Endamálið við lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. er, at skapa teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá tær koma at umsita eldraøkið.

Lógin er sostatt rammulóg, sum í fyrstu syftu ásetir teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá tær umsita eldraøkið, í aðru syftu, hvørjar tænastuásetingar kommunurnar yvirskipað skulu liva upp til fyri at røkka endamálinum við lógini, og í triðju syftu, hvørjar heimildir og skyldur kommunurnar hava í mun til fígging, rakstur v.m.

Í stóran mun endurspeglar rammulógin ta virksemi, sum í dag skipar eldraøkið undir landinum. Tó eru ásetingarnar meiri yvirskipaðar, og leggur hetta upp til, at kommunurnar hava frælsi til at skipa virksemi øðrvísið enn í dag.

Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum
Til tess at gera kommunurnar betur førar fyri at umsita eldraøkið, hevur samgongan sett sær fyri at eldraøkið verður umsitið av kommununum í felag í kommunalum samstørvum.

Endamálið við lógini um kommunalt samstarv á eldraøkinum er tí at áseta greiðar rammur fyri hvussu kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv.

Kommunurnar hava skipa seg í sjey kommunal samstarvsøki: 

• Kommunurnar í Norðoyggjum
• Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur
• Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna
• Sørvágs og Vága kommunur
• Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur
• Kommunurnar í Sandoynni
• Kommunurnar í Suðuroynni

Tórshavnar kommuna fær eldraøkið at umsita sum sjálvstøðug kommuna og er tí ikki partur av nøkrum samstarvi.

Útgreiningararbeiðið

Seks starvsbólkar hava gjørt stuttar lýsingar av eldrarøktini í økjunum í dag við uppskotum til, hvussu eldrarøktin kann skipast, tá hon verður kommunalt málsøki.

Øki 1

Øki 2

Øki 3

Øki 4

Øki 5

Øki 6

 

Lógir við fylgiskjølum

Lógirnar, sum eru samtyktar í sambandi við at eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015, kunnu lesast her saman við fylgiskjølum og tingviðgerð:

Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum her

Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. her

Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v.m. verður løgd til kommunurnar at umsita her