Vida Akselsdóttir Højgaard

Vida Akselsdóttir Højgaard er fødd í 1945 og uppvaksin í Kaldbak. Eftir realprógv frá Færøernes Mellem- og Realskole fór hon í bankalæru og tók handilsprógv í 1963. Sum Vida sjálv skrivar á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum:

”Mítt høvuðsyrki hevur verið heima við hús sum savnandi miðdepil fyri familjuna, ein leiklutur, sum helst ikki er so høgt í metum nú á døgum, men sum fall mær náttúrligur. Ígjøgnum øll áttatiárini skrivaði eg javnan í bløðunum um kvinnumál, um heim, børn, skúla og samfelagsmál yvirhøvur, og onkur yrking sá eisini dagsins ljós. Um hetta mundið var eg eisini politiskt virkin og varð uppstillað fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið í 1988 og í 1991. Havi havt fleiri nevndarsessir, m.a í Barnaverndini í Havn, Felagnum Føroyar-Ísrael og Føroya Urtagarðsfelag, ið eg var við til at stovna, og í nýggjari tíð sum skrivari í Rithøvundafelag Føroya (2006-2008). Havi verið nakað úti á arbeiðmarknaðinum og har fingist við mangt ymiskt, frá flakavirki og kafeteria til at seta prestar upp fyri Landsverk. Í 1997 tók eg danskt skrivstovuprógv og prógv í enskum og starvaðist eftir tað í eitt ár fyri oljuvinnuna við at umseta føroyskt blaðtilfar til enskt.

Havi, so langt eg kann minnast, verið hugtikin av skrivaða orðinum og las sum barn og ung alt, eg fekk hendur á. Mína fyrstu yrking skrivaði eg sum tíggju ára gomul (hon var uppá rím). Havi altíð skrivað soleiðis av og á, sangtekstir, blaðgreinir, hugleiðingar og yrkingar. Í 2003 byrjaði eg at skriva bókina Mørk, sum er eitt slag av ævisøgu í skaldsøguhami, og á vári 2008 fór eg undir at savna yrkingar, ið stava frá tíðarskeiðnum fyrst í áttatiárunum og fram til okkara dagar.”

Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið út:

Novemburmorgun. Yrkingar, 2008.

Mørk. Skaldsøga, 2005.