Annlis gevst í ”Í menniskjum góður tokki”


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

23.12.2014 - 14:41

Tíðindi > Hjálpararbeiði

Stigtakarin til jólahjálpartiltakið ”Í menniskjum góður tokki”, Annlis Bjarkhamar, fyrrverandi landsstýriskvinna, leggur nú frá sær. Heilsutrupulleikar er orsøkin til avgerðina.

Á vangamyndini hjá felagsskapinum á Facebook, skrivði Annlis Bjarkhamar soleiðis í gjárkvøldið:

”Síðani tíðliga í heyst havi eg vitað, at hetta vóru seinastu jólini, at eg stóð á odda fyri Í menniskjum góður tokki. Mátti fyrr í ár ásanna, eftir at hava roynt at sameina tað at liva við kroniskari pínu og tað at hava vart starv hjá Í menniskjum góður tokki, at arbeiðsbyrðan varð ov stór í mun til heilsustøðuna hjá mær. Hóast tað er sárt, so hevur tú onki annað val tá tú ert sjúk, annað enn at laga teg eftir umstøðunum.”

Hetta er fimta árið, at felagsskapurin hevur veitt jólahjálp. Hesi árini hevur felagsskapurin rætt 1984 fíggjarliga sperdum familjum eina hjálpandi hond á jólum og glett 3.924 børn. Jólahjálpin, sum er býtt út hetta tíðarskeiðið hevur havt eit virði upp á 4,8 milliónir krónur.

Í ár hava 372 familjur fingið jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki.

241.000 kr. í samsýning
Seinastu tíðina hevur spurnartekn verið sett við samsýningina sum Annlis Bjarkhamar hevur fingið frá felagsskapinum. Í sambandi við fráboðanina upplýsir Annlis Bjarkhamar, at felagsskapurin í fjør hevði 240.952 krónur í starvsfólkaútreiðslum, tá er løn, frítíðarløn, eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld tikin við. Tølini fyri í ár væntast at vera áleið tey somu sum í fjør.