Marjun Gaardbo nýggjur skrivari í Nes kommunu
10. januar 2013
Í sambandi við, at skrivarin hjá Nes kommunu, gjøgnum 36 ár, Alfred Olsen, hevur avgjørt at gevast, sum skrivari, hevur Nes Kommuna sett Marjun Gaardbo í starv sum nýggjan skrivara.

Trýst á myndina fyri fulla stødd
Marjun Gaardbo

Marjun Gaardbo kemur úr einum arbeiði sum kundaráðgevi og málsviðgeri á vinnulívsdeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Marjun Gaardbo hevur starvast hjá Tryggingarfelagnum í 25 ár, harav hon var deildarleiðari á deildini í Saltangará í 7 ár.
Marjun Gaardbo er ikki ókend í fyrisitingini í Nes kommunu. Hon hevur siti í 2 bygdaráðum fyri Nes kommunu, tíðarskeiðið frá 1. januar 1997 til 31. desember 2004. Seinna valskeiðið var Marjun Gaardbo borgarstjóri.
Marjun Gaardbo, sum býr á Toftum, er 61 ára gomul og gift við Haldor Gaardbo.
Marjun Gaardbo byrjar í nýggja starvinum tann 4. februar 2013.




Aftur