Heim Landsliðini Kvinnulandsliðið til Litava
Kvinnulandsliðið til Litava PDF Prenta E-mail
Týsdagur, 18 desember 2012 21:08

A-landsliðið skal til Litava at leika HM-undan undankappingina í apríl

Lutakast hevur verið í dag, um hvussu leikast skal í HM undan undankappingini, sum verður í døgnum 4-9 apríl 2013. Føroyar komu í bólk saman við Georgia, Montenegro og vertunum Litava.

Øll liðini koma at leika einaferð ímóti hvør øðrum. Tvey tey fremstu liðini fara víðari í sjálva undankappingina, ið byrjar í september.

Montenegro er nýtt lið í kvinnufótbólti og er hetta fyrstu ferð at tey luttaka í eini kapping. Í mars mánað í fjør leikti føroyska liðið ímóti Georgia og tapti 1-0 í seinasta minutti í dystinum. Men hetta var ein dystur har føroysku gentirnar høvdu allar møguleikar at vinna, men tá ein ikki megnar at gera mál, so verður ein straffaður.
Litava hevur Føroyar leikt tríggar ferðir ímóti fyrr. Fyrstu ferð var í 2007 og taptu Føroyar hendan dystin 3-0. Árið eftir møttust liðini aftur, og ta ferðina vann Føroyar 4-1. Og aftur í 2009 vunnu Føroyar 3-1 ímóti Litava, so úrslitini hava verið góð ímóti Litava.

 

Seinast føroyska kvinnulandsliðið var í dysti, var 28. november í ár, tá føroysku kvinnurnar á útivølli vunnu 6-0 í venjingardysti móti Luksembourg

Sum sagt so verða dystirnir leiktir í Litava í døgunum 4-9 aprí 2013.

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com