Føroysk orðabók © Orðabókagrunnurin
Um netútgávuna Formæli Nýtsluleiðbeining Rættskrivingarreglur Styttingar
Leitileiðbeining
Fann 2 greinir   Síða 1 av 1
vit1 -s h 3e 1 evni at skilja og fata, tað at vera vitugur, skilningur, fatan, skyn, skil (2), hava lítið ~ 2 tað at vita til sín, missa vitið; koma aftur til vits fáa vitið aftur; ganga el. flúgva av vitinum gerast í ørviti; hann var um at ganga av vitinum av pínu; hann var við sítt fulla ~; burtur úr vón og viti av allari leið, heilt burturvið, høpisleyst; nú rann vitið á hann el. at honum (raknaði við aftur, visti til sín aftur), renna 2 (stb.) fáa vitið vakna; fekk hann vitið?; hann fekk ongantíð vitið (svav so fast) 3 (gl.) brenning (2), veðurhøvd, ~ fyri sólini; sms. t.d. arbeiðs- dul- flog- fólka- gongu- hønu- manna- mans- ó- med- sam- til-
vit2 [vi:t, (stb.) vɪt:] hvnf okkum (kvæð. okkur, Suð. okur) hvmf okkum (kvæð. okkur, stb. okum, Suð. okur) hvsf okkara (Suð. okra) fn 1 1. persónur í fleirtali (eg og tann el. tey sum eg eri saman við), ~ Hanus Hanus og eg; ~ báðir Sámal Sámal og eg; so vóru ~ Jens tveir einir; ~ kunnu øll at renna dyst; til okkara; okkara millum; hann møtti á fundi okkara vegna 2 (kvæð.) eg og ein annar, ~ skulu okkum at leika talv
Fann 2 greinir   Síða 1 av 1