Forsíða Fjølmiðlaábyrgd Fjølmiðlanevndin
Fjølmiðlanevndin PDF Prenta
Fjølmiðlanevndin
Allir borgarar og fyritøkur, sum halda seg hava verið fyri órætti í føroyskum fjølmiðlum, hava møguleika at senda inn klagu til Fjølmiðlanevndina.
Løgtingslógin um fjølmiðlaábyrgd varð sett í gildi 1. juli 2006. Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi, og á henda hátt skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftinum.

Grein 43 í lógini sigur soleiðis:
Fjølmiðlanevndin tekur avgerð í málum, ið viðvíkja
1)      brot á góðan fjølmiðlasið og
2)      rættinum at svara aftur, undir hesum skylduna til at almannakunngera eitt aftursvar, og spurningum um innihald, snið og staðseting.

Stk. 2. Formaðurin kann vísa burtur kærur, sum
1)      eyðsýniliga ikki eru undir málsræði Fjølmiðlanevndarinnar, sbr. Stk. 1, ella sum eyðsýnliga onki hald er í, og
2)      kærur frá kærarum, sum ikki hava rættarligan áhuga í málinum.

Stk. 3. Formaðurin vísir burtur kærur, sum ikki eru komnar fram, tá kærufreistin er farin, og ongi serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Fjølmðlanevndin er sostatt ein kærustovnur, hvørs uppgáva er:
1.       at taka avgerð í málum, um ein fjølmiðil hevur framt brot á aðalregluna um góðan fjølmiðlasið, og
2.       spurningar um rættin til at svara aftur hjá einum borgara ella virki

Samband:
Fjølmiðlanevndin
Postsmoga 2066
165 Argir
Teldupostadressa: Fjølmiðlanevndin