Disney keypir føroyskan tónleik

Rólant Waag Dam
.(JavaScript must be enabled to view this email address)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 6

planet.fo » Tónleika tíðindi
Wednesday 8. May 2013 - 21:39

Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava gjørt eitt lag, sum skal brúkast sum eyðkennislag til eina nýggja skemtirøð á Disney Channel.

- Skulu vit tosa um eitt gjøgnumbrot, so er hetta nokk tað. Tað sigur Bárður Háberg við Sosialin, sum er borin í hvørt hús í landinum í dag. Hann hevur saman við Óla Jógvanssyni sangskrivaraverksmiðjuna Baroli Music, ið hevur skrivað eitt ótal av sangum. Fleiri av hesum løgum hava stórar poppstjørnur í eitt nú USA, Kina, Japan og Italia tikið til sín og útgivið, og umleið ein hálv millión eintøk av teirra sangum eru seld kring knøttin.

Nú hava teir enn einaferð tryggjað sær eina ómetaliga týdningarmikla avtalu. ”Liv & Maddie” er arbeiðsheitið á nýggjari skemtirøð, sum verður sýnd á Disney Channel í summar ella í heyst. Og tað eru menninir í Baroli Music, Bárður og Óli, sum hava gjørt eyðkennislagið til hesa røðina.

Avtalan, sum Baroli Music hevur gjørt við Disney Channel, er ikki einasta samstarvið millum føroyingarnar og stóru altjóða fyritøkuna. Í summar fer Disney at brúka lagið ”Future Sounds Like Us” í samband við eitt stórt lýsingarátak. Hetta er eisini eitt lag, sum Baroli Music hevur skrivað og framleitt, og sum var við á eini soundtrackútgávu, ið herfyri lá nummar 26 á Billboard200 listanum í USA. Á somu útgávu høvdu teir eisini eitt annað lag við. Hetta er í sjálvum sær ógvuliga stórt, men nú hava Baroli-menninir so yvirhálað seg sjálvar við avtaluni um eyðkennislagið.

Áður hevur Baroli Music eisini samstarvað við Disney-stjørnuna Stefanie Scott, ið hevur ein av høvuðsleiklutunum í Disney-sendirøðini ”A.N.T Farm” og hevði ein høvuðsleiklut í filminum ”Frenemies”, sum eisini varð vístur á Disney-rásini. Samstarvið við Stefanie Scott fevndi millum annað um sangirnar ”FYI” og ”The Girl I Used To Know”, ið Baroli Music skrivaðu og framleiddu.
Avtalur sum hesar og tann, sum Baroli Music nú hevur gjørt um at gera eyðkennislagið til nýggju Disney-sendirøðina, eru ómetaliga avgerandi, tí amerikanski marknaðurin er heimsins størsti.

Baroli Music samstarvar sum er við altjóða viðurkend feløg sum Universal Music, The Kennel Publishing, Avex, Sony og Phrased Differently.

Les meira um í Sosialinum, sum er borin i hvørt hús í landinum í dag

Mynd: Bárður Háberg (v.m) og Óli Jógvansson eru menninir handan Baroli Music