Jákup Veyhe fimmti

Í dag fyllir Jákup Veyhe hálvthundrað. Hvørt mannsbarn í Føroyum kennir Jákup, tí hann hevur gjørt vart við seg á føroyska mentanarpallinum í meira enn 30 ár.

Mamman er av Sandi, har Jákup eisini búði ein part av barna- og ungdómsárunum. Sandingar eru tiltiknir frásøgumenn, og uttan iva er tað haðani, at hugurin at spæla sjónleik og siga søgur stavar.

Jákup royndi seg kortini ikki bara innan sjónleikin sum barn og ungur. Hann spældi eisini við B71, og var als ikki óeffin á vøllinum. Summar av fintunum, sum hann lærdi í gulu troyggjuni, dugir hann enn at ganda fram, hóast hann ikki er heilt so fótfimur, sum á ungum árum. Stundir vóru kortini ikki til alt, og Jákup slepti fótbóltinum so tíðliga, at hann tíverri ikki var við á tí tiltikna B71-liðnum, sum vann FM heitið í 1989. Hinvegin var hann so heldur ikki við til at flyta niður árið eftir.

Tá hann flutti til Havnar gjørdist hann skjótt partur av umhvørvinum kring Sjónleikarhúsið, og føroyingar lærdu veruliga Jákup at kenna, tá hann var millum berandi kreftirnar í kabarettunum frá 1989 og mong ár fram. Tey, sum minnast tað, taka framvegis til tær eminentu parodiirnar av Atla Dam, sum fingu allan salin at liggja í skellilátri. Tað er ikki ovnógv sagt, at heimasandsmaðurin var stjørnan í kabarettunum um hetta mundið. Bæði sum orðasmiður, leikari - og teknari. Tað var ofta Jákup, sum prýddi leikskráirnar við skemtiligum og fyndugum tekningum av fólki, djórum og fiskum.

Jákup var ikki typan, sum goymdi seg burtur, eftir at leikur var lokin og leiktjaldið var drigið fyri. Tá sást hann nevniliga javnan millum áskoðararnar, sum høvdu verið og hugt, og tosaði við teir um leikin og hvat kanska kundi verið gjørt betur.

##med2##

Tá Jákup í 1990 flutti til Danmarkar at  lesa, helt mentanarliga virksemið fram. Hann fór saman við øðrum undir at gera sjónvarpsskemt, sum gjørdist væl umtókt. Í hesum sambandi gjørdi hann eisini fleiri løg og tekstir, sum gjørdust sannar landaplágur. Í hesum sambandi má nevnast, at hóast Jákup hevur fingið onkra almenna viðurkenning fyri síni mongu avrik, so er hann - eins og Pól F í síni tíð - settur eitt sindur uttan fyri føroyska mentanarparnassið. Til dømis eru mong sum spyrja, hví "Ketchup í eitt jørn" ikki hevur fingið innivist í Songbók Føroya fólks.

Veyhe dugir ikki bara at spæla sjónleik, skriva sketchir, yrkja og gera løg. Eitt skiftið undir lestrartíðini gav hann eisini eitt lítið blað - "ad Notam" - út í føroyska umhvørvinum í Danmark.

Tað var ikki lesturin, sum kom at avgera lívsleiðina hjá Jákupi, men gávurnar til at spæla sjónleik, skriva og siga søgur, at skriva tónleik og at syngja.

Hesar gávur gera lýsingarnar, sum hann ger fyri ymiskar fyritøkur, til nakað heilt serligt, men tær koma serliga til sjóndar tá hann hevur størri framførslur, undirheldur á veitslum, ger skemt í KVF, syngur í eftirspurda kallakórinum Bollunum ella leikstjórnar leikum og kabarettum.

Ein stór verkætlan, sum hevur vart í fleiri ár, er útvarpsleikurin um ta lívligu familjuna í Mórugøtu, sum Jákup bæði skrivar og spælir. Leikurin hevur fingið allar føroyingar at lurta eftir barnaútvarpinum, og tað sýnir enn einaferð, at fáur dugir so væl at savna fólk, sum dagsins føðingardagsbarn.

Vit ynskja Jákupi Veyhe hjartaliga tillukku við teimum 50, takka fyri alt tað, hann hevur givið føroyska samfelagnum, og vóna at byrurin verður blíður.

Jákup Veyhe Mix